Fríggjanáttina varð brotið inn í bygdarhúsið í Miðvági. Gerningsmaðurin er sloppin avstað við 500 krónum, sum vórðu tiknar úr húsinum. Ein grillbarr ella sølubúð er í sama bygningi, og tað er haðani peningurin er stolin.
Gerningsmaðurin hevur brotið ein rút í hurðini og hevur síðani latið hana upp. Løgreglan hevur ikki tikið nakran persón í sambandi við innbrotið, og hon hevur heldur ongar slóðir at ganga eftir.