Flaggdagshald verður í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla sunnudagin 25. apríl kl. 14.00 og á Giljanesi kl. 15.30.
Vága Ríðingarfelag saman við skúlabørnum skipa fyri skrúðgongu. Farið verður úr skúlanum í Sørvági kl. 13.45 og úr skúlunum í Sandavági og Miðvági kl. 15.00.
Sørvágs Tónleikarfelag undir leiðslu av Steven Foggin spælir undir flaggdagshaldinum.
Finnur Helmsdal løgtingsmaður, heldur flaggrøðuna.










