inn í Fólkaflokkin. Við tvey tey seinastu valini hevur hann verið valdur á ting fyri Sambandsflokkin, men í 1990 var hann eisini á listanum hjá Fólkaflokkinum, men valdi heldur Sambandsflokkin. Í gjár [...] valdan á Fólkating hesaferð. Tey loysingasinnaðu megna illa at draga línu í felag, og í Tjóðveldisflokkinum hava høvdingar stríðst í áravís, og er ilt at fáa eyga á ein veruliga leiðara. Men nú hevur flokkurin [...] valið, so er veruleikin tann, at vit um tvær vikur hava valt tvey nýggj føroysk umboð á Fólkating. Í Føroyum er dysturin um fólkatingsmenninar vanliga ein dystur millum tríggjar flokkar ? ongkuntíð tó
millum sambandsveljaran og leiðsluna. FORMAÐUR floksins hevur tvíhildið um, at flokkurin vil ikki broyta eitt komma í heimastýrislógini, hóast gongdin seinastu árini - m.a. í samband við »bankabjargingarnar« [...] fullgóð. Í grein síni harmast sambandsformaðurin um, at eingin ráðstevna verður um heimastýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann heldur, at henda ráðstevnan kundi víst á manglar og skeivleikar í heimas [...] av í sínum dagliga yrki. ANNARS hevði tað verið áhugavert at havt eina ráðstevnu um heimastýrisskipanina, og gjørt upp fyrimunir og vansar, sum eitt punktum fyri eina skipan, sum nú hevur virkað í hálva
ein dyggur framman á hjá leiðsluni í Sambandsflokkinum, sum hevur tvíhildið um, at ongar broytingar eiga at verða gjørdar í Heimastýrislógini. LØGMAÐUR, sum er formaður í Sambandsflokkinum, er farin so vítt [...] lítla undirtøku í sínum egna flokki. Ikki helvtin av sambandsveljarunum vísa á hann sum løgmann. HARAFTURAT hoyrdu vit nýggjar tónar frá skrivara Sambandsfloksins í útvarpssendingini, Føroyar í dag, týskvøldið [...] at hesir flokkar, eins og Sjálvstýrisflokkurin, fara ikki í eitt nýtt samarbeiði við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisskapsviðurskiftunum. KENNA vit Sambandsflokkin rætt
tikið í egnan barm og greina støðuna. Í seinasta valskeiði kom álvarsamur kinkur í samstarvið við fakliga tilvitandi stuðlar floksins, uttan at leiðsla floksins gáaði nóg væl um, ella tók støðuna í álvara [...] um ein persón. Í tingbólkinum er Heini O. Heinesen formaður, men úteftir teknar Finnbogi Ísakson flokkin við sínum greiðu og vælformuleraðu áskoðanum, við politiskum perspektivi og broddi í. Mótvegis innantóma [...] fimtiárunum og seinast í sekstiárunum, tá Tjóðveldisflokkurin lítla ávirkan hevði á førda politikkin. TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki væl fyri í kanningunum, og tekki
Hugsunarvert og hugvekjandi. HVUSSU er so nevndarstandurin í landinum? Her eru bæði nevndir fyri ditt og datt. er nakað skil í? Nevndir eru býttar upp í tveir høvuðsbólkar. Summar nevndir eru ráðgevandi og aðrar [...] Tinganesumsitingini við manning úr somu umsiting. Feskastu dømi eru, at vinnumálastjórin er nú formaður í oljuráðleggingarnevndini, ið skal ráðgeva Vinnumálastýrinum. Tá løgmaður ikki fær eina tilráðing [...] iónirnar hjá hes inevnd í oljuhøpi strekkja væl til eitt »gummistempul« á tað, sum løgmaður ætlar. INNANHÝSISNEVNDIRNAR, ið settar verða at ráðgeva um starvssetanir, tykjast í summum førum at bera bráð
nir av at vita. Í dag eru teir friðhalgaðir. Tí teir kann ÓB brúka í eini borgarligari samgongu. Nú hevur ÓB tikið framaftur sosialistisku ræðumyndirnar. Í blaðnum í gjár fær formaður tjóðveldisfloksins [...] ov stórt vald í nýggja landsstýrinum. Ja valdið er so mikið stórt, at hann saman við einstøkum limum í tí uttasta høgra í fólkaflokkinum hevur forðað landsins næststørta flokki at vera við í skipan av landsstýri [...] tepru samgongunum, har smáir flokkar sum sjálvstýrisflokkurin í veruleikanum eru teir, ið bestemma. Tað er avgjørt ikki í tráð við andan í demokratiinum, at so teprar samgongur skulu skipast, at týðandi
framvegis roynir at halda lív í gomlu sosialistisku ræðumyndunum, sleppa niðan í Norðurlandahúsið at umboða tykkum? Hvussu góða samvitsku hava tit móti teimum mongu hampafólkunum í bæði javnaðar- og tjóðve [...] valið var fundurin í Norðurlandahúsinum. Spell at fyrireikararnir lótu seg trýsta av fleiri av flokkunum til at broyta upprunaliga ætlaða fundin, har bara eitt umboð fyri hvønn flokk møtti í eini veruligari [...] - eitt nú í Norðurlandahúsinum til hvørt val - nýtir annars dýrmettu tíð fólkafloksins til eina útspilling av javnaðar- og tjóðveldisfólki! Hví tega tit? Hví tala tit ikki at? Hví loyva tit í heila tikið
landsstýrið skal stýra landinum inn í eina nýggja øld. Annað og kanska mest umráðandi er, hvør skal fáa litið hesa uppgávuna í hendi. TAÐ er greitt, at tað verður í hvussu er ikki nakar flokkur einsamallur [...] verður ?sjálvstýrisvongurin? í B styrktur, so kann hugsast, at tað verður lættari hjá A og D at góðtaka samarbeiði. Men tað veldst eisini um persónarnar í D. Helena er enn formaður, men SPÍG kann yvirhála hana [...] Í morgin skulu føroyingar velja nýtt løgting. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg. Talan er um eitt vegamót í føroyskum politikki. Eitt er tað, at komandi
politikarum og ikki minst frá formonnum í flokkum, sum hava týðandi leiklut í teimum avgerðum, sum verða tiknar. VIT hava í seinastu bitið merki í, at formaðurin í CD-flokkinum í Danmark, Mimi Jacobsen hevur havt [...] stjórnini í at seta Birthe Weis til formann í fólkatinginum - løgið, tí nettup CD hevur fingið fleiri av týðandi nevndarformenn í tinginum - kundi CD harvið brúka føroyska fólkatingsmannin í eini roynd [...] hon sigst vera partur av grundarlagnum hjá stjórnini - bara ikki tá formaður í fólkatinginum skuldi veljast. Eftir úttalilsum hennara í Berlingske Tidende letst Mimi Jacobsen sum um, at hon vil stuðla stjórnina
hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn Nú hevur pípan í hansara egna flokki í Danmark, bráddliga fingið eitt [...] Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins gjørdi rætt, tá hann gjørdi av ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, nú føroysku umboðini blivu tungan á vágskálini. Formaður javnaðarfloksins hevur [...] seg ikki vilja leggja seg út í føroysk viðurskifti aftur, eiga vit at síggja føroysku fólkatingsumboðanina sum eina heild, ið saman ger av, heldur ikki at leggja seg út í donsk viðurskifti. Men vil ÓB