sigur hann, at fólk skulu koma at merkja á ymiskan hátt, at hann er prestur fyri øll. Umframt gjøgnum tær prestaligu skyldurnar, verður tað við at vitjað á sjúkrahúsi, røktarheimi, um fólk ringja og við [...] Frítíðarítriv hevur Hans Eiler eisini fleiri, sum kanska ger, at hann fer at koma ísamband við nógv fólk. Fólk skulu ikki gerast bilsin um tey síggja nýggja prestin renna sær onkran túr gjøgnum býin, sigur Hans [...] hetta. Samstundis sum vit ynskja at gerast kend við fólkið her á staðnum, vilja vit eisini, at fólk á staðnum skulu koma at kenna okkum. Eg eri settur sum prestur fyri øllum í prestagjaldinum, og eg ynski
men lata vit tað málið liggja hesaferð. NÚ snýr tað seg um eitt annað mál. Greenpeace vil forða allari oljuleiting og hava teir í hesum sambandi sett trý fólk uppá Rockall. Endamálið við hesum heldur [...] okkum hótta og brúka av ávísum felagsskapum, sum hugsa meira um, hvussu teir sjálvir skulu yvirliva enn ta sak, sum teir nú stríðast fyri. VIT hava altíð hildið tað verið rætt føroyinga at kunna drepa grind [...] EIN av umhvørvisfelagsskapunum ger nú aftur um seg og aftur hesaferð kemur tað okkum føroyingum við. Talan er ikki beinleiðis um grind men hesaferð snýr tað seg um olju. GREENPEACE, sum ikki er kent fyri
skipað, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya fólk, ið skal gera av, um vit framhaldandi skulu verða í ríkisfelagsskapinum Javnaðarflokkurin hevur nú eisini boðað frá, at hann aftur fer at leggja fyri
Hetta fer at tyngja landskassan , sum so aftur verður noyddur at fara út til fólk eftir meiri skatti. Tá tey fyrstu skulu til at gjalda meira fyri sethúslánini megna tey ikki eisini at gjalda hægri skatt [...] til reiðar at taka tær. EFTIR sendingina spyr tú teg sjálvan, hvat landsins hægstu politikarar eitt nú fíggjarmálaráðharrin munnu hugsa. Hví hevur hesin maður, sum sigur seg umboða ein ábyrgdarfullan f
tað passar honum? Er einaveldið komið aftur í politiska hásætið? NÚ má vit, skil og sakkunnleiki aftur takast í álvara her á landi. Nú mugu embætismenninir sláa nevan í borðið og siga Sámali Peturi, at [...] mál handfarið so óprofessionelt sum hetta. Men lat fara. Vit skilja landsstýrismannin væl, at hann nú leitar eftir einum útvegi, fyri at sleppa burtur úr hesum hurlivasa, men hetta gerst ikki við at gera [...] landsstýrismanninum til at gloyma alt, sum hann higartil hevur sagt um múrin. Ger hann tað, so fara fólk kanska fyri múrsins skyld at gera tað sama. Byrja so heilt av nýggjum. Lat málið um Kirkjubømúrin
stríði í sambandsflokkinum LAT okkum nú ímynda okkum, at tað er ikki løgmaður, sum er syndarin í nógvum av tí, ið hann fær skyldina fyri. Lat okkum siga, at tað eru tey fólk, sum hava valt løgmann, ið hava [...] harðliga at sínum egna formanni og løgmanni. EIN kann siga, at hetta er gott og sunt fyri demokratiið, at fólk í einum flokki hava møguleika til at finnast at sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan [...] tað, sum aðrir sambandsmenn hava sagt um sín egna formann og løgmann hesar seinastu dagarnar, eitt nú varaløgmann Eilif Samuelsen í Sjóvarpi Føroyar í farnu viku, so stendur púra greitt, at talan er um
vinnulívsfólk og eisini kommunan í Fuglafirði hava lagt í hesa ætlan er alla æru vert og hava hesi fólk ikki uppiborið ta viðferð, sum alt hetta málið hevur fingið frá sitandi landsstýri. FORRESTIN - er [...] vinnulívsfólki og kommunum! Jú teir súlta málið. SØGAN er tann, at kommunan og vinnulívið í Fuglafirði nú í fleiri ár havahavt eitt ynski um at kunna fara undir at útbyggja møguleikarnar fyri at taka ímóti [...] lagi, og hava fuglfirðingar hava heitt á landsstýri umð at bera so í bandi, at havnin verður útbygd. Skulu stór skip leggja upp fisk og avskipa hann, so má havnin dýpast. MEN gakk. Ístaðin fyri at brúka orku
vónbrot. Og hesum eigur eingin annar enn núsitandi landsstýri sína fullu ábyrgd av. Gamaní at menn skulu venja seg til nýggju stýrisskipanina. Men hetta er so eingin undanførsla. Tí nøkur viðurskifti eru [...] sekir - er skúladømi um vánaligt arbeiði og tað er í veruleikanum at halda bæði tingmenn og Føroya fólk fyri gjøldur og tað turra spott. TÍ orðaskifti um fíggjarlóg eigur at kunna byggja á nøkur gjøgnumarbeidd [...] sínar íløgur, soleiðis at ein íløguætlan varð gjørd fyri komandi árini. Eftir okkara tykki eigur eitt nú landssjúkrahúsið at hava hægsta prioritet. Heldur enn flytingar eigur sjúkrahúsið at verða bygt út
ðurin ikki verður valdur aftur. Skulu vit til at byggja upp aftur virðing og álit millum danir og føroyingar - og tað skulu vit -verður tað ikki gjørt við at velja fólk, sum bara hava til endamál at dyrka [...] ein hin mest framstandandi fólkafloksmaðurin í dag til tey fólk í føroyska samfelagnum, sum fáa ein ella annan stuðul og styrk frá tí almenna. Nú kann onkur siga, at tað er ov erkvisið ikki at tola slíkan [...] útnytta systemið, sum tað verður tikið til. Men hví júst tey arbeiðsleysu, tey veiku og sjúku altíð skulu fáa slíkt skoðsmál eigur at undra. Hvat vit teimum, sum við høgari útbúgving og framstandandi størvum
fólkatingsvalið verður nú umleið eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið og nú bankakanningin ikki er liðug og har vit eiheldur hava havt fund við danir um skuldina. EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein [...] fingu harvið eina skeiva javnvág. NÚ er føroyska fólkatingsumboðanin oftani meira ein spurningur um persónsval enn um politiskar ideologiur ella ávísan politikk. Eitt nú hevur Óli Breckmann fingið undirtøku [...] verða skiftir út við nýtt og frískt blóð. Við fólk, sum síggja frameftir heldur enn bara at tosa um fortíðarinnar syndir og langa út í allar ættir. Við fólk, sum megna at samskifta við nærum allar síður