krónur, sum arbeiðið er mett at kosta. Verkætlanin er, at tey gomlu bløðini í staðin fyri at vera varðveitt bara á mikrofilmum nú skulu talgildast, so tey kunnu lesast á telduni. Føroysku bløðini eru partur [...] hesa uppgávuna. Føroysku bløðini, sum liggja á mikrofilmi, og sum skulu talgildast, eru frá teimum fyrstu og heilt upp til 1999. Av praktiskum orsøkum verður ikki farið longur fram í tíðini. Erhard Jacobsen [...] bara at taka nakrar mánaðir. Frambrot Tað verður eitt veruligt frambrot at fáa talgilt gomlu bløðini. Tey, sum leita eftir onkrum í gomlu bløðunum, mugu fara á bókasavnið og har sita og spola filmarnar ígjøgnum
leitaði víða um har á leiðini í hálvan annan tíma. Men tey varnaðust einki óvanligt. Eitt skip, sum var á leiðini, varnaðist heldur onki og síðani góvust tey at leita. Samstundis ringdi eitt fólk til løgregluna [...] bjarga neyðstøddum. Men talan var um eina misskiljing. Tað var um midnáttina, at onkur boðaði frá, at tey høvdu sæð eina neyðrakett og eftir peilingini at døma, var tað onkustaðni ímillum Stongina í Nólsoy [...] er, at tað var hetta, sum hendi í gjárkvøldið. Men løgreglan sigur samstundis, at hetta er ikki fyrstu ferð, at stór tilbúgving fer til verka at leita og bjarga, hóast talan bara er um fýrverk ella slíkar
rættiliga kroystur út. - Mann sær væl, at hann er pressaður. Hann hevur tey veiku kortini við bólkunum, staðfestir songkvinnan úr Havn. Tey eldru mugu atkvøða Sambært Lindu Andrews, mugu eldru hyggjararnir eisini [...] siga okkurt negativt, sigur Linda Fríggjadagin varð greitt, at føroyska Linda Andrews kom víðari í fyrstu beinleiðis sendingini í X-Factor 2009. Hóast bæði Remee og Blachmann høvdu hug at harta hana eitt [...] eisini atkvøða, um hon skal hava ein møguleika at vinna, hóast hon heldur seg vera best. - Tey ungu fara ikki at atkvøða fyri eina 35 ára gamlari damu, sum ikki hoppar og dansar á pallinum, sigur Linda
eitsluna, tá Jógvan Arge, tjóðveldismaður í Havn, rópti út um geilar, hvussu skakaður hann var um tey úttalilsir, sum fallin vóru á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um Tjóðveldi. Og so var helst kr [...] einari fordøming av landsfundi Javnaðarfloksins, sum allan vegin ígjøgnum hevði tosað niðrandi um tey. Endaligi trumfurin varð spældur hósdagin, tá ein danskløntur embætismaður, sum helst hevur høgt starv [...] varaborgmeistarin í Havn er í ringum skørðum eftir nirðrandi valið, har hann ”bert” gjørdist nr. 3 millum tey, ið vórðu vald, kann man kanska skilja. Men at Sjúrður Skaale, sum vanliga førir seg fram sum tann
Carl Jóhan Jensen hevur týtt fyrstu bókina í røðini til føroyskt. Ljónið, gívurin og klædnaskápið er ein ævintýrkend bók og er ætlað størri børnum og ungum. Søgan er um tey fýra bønini Pætur, Súsonnu, Edmund [...] Narnia undan teirri hvítu gívrini. Børnini vita, at tann loyndarfulli Aslan fer at hjálpa teimum, men tey vita ikki, at Edmund hevur verið í Narnia, og hann hevur longu møtt hvítu gívrini. . . Høvundurin var [...] Týðarin sigur, at bókin upprunaliga óivað er ætlað børnum og ungum sum lesa bøkur fyri vaksin og venja tey við bókmentaligan tekst. Týðingin ber brá av einum málbúna, sum ber ímóti tí bókmáli, ið spakuliga
fundarfólkið, um tey hildu, hann var glaður fyri at hava epilepsi. Og hann svaraði sjálvur. - Jú, eg eri glaður fyri at eg havi epilepsi, tí hevði eg ikki tað, hevði eg ikki havt tey fantastisku upplivilsi [...] Mads Boe fekk síni fyrstu epileptisku herindi sum átjan ára gamal. Hetta var í fyrsta umfari kveistrað til viks sum avleiðingin av einum túri í býin. Men tað skuldi vísa seg, at talan veruliga var um epilspsi [...] veruleikanum. Eg var heldur ikki so illa plágaður av sjúkuni, hevði eini seks-sjey herindi um árið, og tey vóru rímiliga løtt, greiddi Mads Boe frá. Fyrsta veruliga vendin kom, tá hann í 2002 sum duravørður
góðar. Hvørt stuðulsfólk hevur 6-7 brúkarar, sum tey hava tilknýti til. Tann ymiska fakliga vitanin í toyminum ger, at tey fáa heildarmyndina við, tá tey skulu finna tørvin hjá tí einstaka brúkaranum. [...] sum øll hava tørv á stuðli í heiminum. Stuðulsskipanin er nú komin við einari nýggjari skipan, sum fyrstu ferð er roynd í Føroyum. Í Suðurstreymoy arbeiðir Starvsfólkið nú sum eitt toymi. Sum tað hevur verið
nógvir av teimum eru við fyri fyrstu ferð, og nervarnir spæla teimum ein puss. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikini higartil, sigur hann. Petur Heðin fegnast um tey mongu finaluplássini hjá føroyingunum [...] í tveimum finalum. Vit hava nógv fleiri kort á hondunum nú, enn vit høvdu tá. Tey eru kanska ikki so sterk beint nú, men tey verða sterk. Persónlig met lova nógv Petur Heðin á Fløtti heldur, at framgongdin
Hondbóltur Í Runavík løgdu tey nógv fyri í summar, tá tey vildu hava HSF at staðfesta, at kvinnuliðið hjá Tjaldri skuldi sleppa upp í bestu deildina. Ákærur um óregluliga framferð fuku gjøgnum luftina [...] í átta lið, so rúm eisini varð fyri Tjaldri. Men fyrstu fýra umførini hava ikki givið stórvegis ábendingar um, at liðið hevur nakað at gera millum tey fremstu. Leygardagin var tað so Neistin, sum átti
lýsingarmaður, frá um konseptið í átakinum. Ferðslutrygd hátíðarhelt eisini, at 10 ár eru liðin síðan fyrstu ferð varð skipað fyri dagsskeiðum fyri næmingum í miðnámsskúlunum, og ein eftirmeting varð gjørd [...] hevur staðið fyri dagsskeiðunum, m.a. ferðsluoffur, ambulansafólk, koyrilærarar, politi og onnur. Tey sum greiddu frá um arbeiði við dagsskeiðunum hesi 10 árini, vóru: Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd [...] fingið stóran skaða í feðsluni og hava verið við í hesum arbeiði, vóru heiðrað við gávum á fundinum. Tey vóru: Heini Festirstein í Havn, Herit Joensen í Vestmanna, og Jákup Thomasen í Sørvági. Teirra lagnur