Ungu svimjararnir verða nógv sterkari

Landsliðsvenjarin í svimjing væntar sær nógv av teimum ungu føroysku svimjarunum, sum á hesum Oyggjaleikunum fyrst og fremst eru við fyri at menna seg og fáa royndir í altjóða kapping. Um tvey ár kann føroysk svimjing veruliga fara eftir teimum fínu medaljunum

Lerwick: Føroysku svimjararnir á Oyggjaleikunum hava vunnið nøkur heiðursmerki higartil. Eitt gullmerki, og síðani nøkur av hinum slagnum.
Føroyski landsliðsvenjarin í svimjing, Petur Heðin á Fløtti, er væl nøgdur við avrikini hjá føroysku svimjarunum higarti.
 Mikudagurin var ikki so góður sum týsdagurin, men tað vóru fleiri persónlig met. Svimjararnir eru eitt sindur móðir og eitt sindur pressaðir, nógvir av teimum eru við fyri fyrstu ferð, og nervarnir spæla teimum ein puss. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikini higartil, sigur hann.
Petur Heðin fegnast um tey mongu finaluplássini hjá føroyingunum.
 Vit vóru við í 9 av 10 finalum mikukvøldið, og hyggja vit eftir somu tíð fyri tveimum árum síðani, vóru vit bara við í tveimum finalum. Vit hava nógv fleiri kort á hondunum nú, enn vit høvdu tá. Tey eru kanska ikki so sterk beint nú, men tey verða sterk.

Persónlig met lova nógv
Petur Heðin á Fløtti heldur, at framgongdin hjá teimum ungu svimjarunum er lovandi.
 Tað er nakað spennandi ávegis í føroyskari svimjing. Tað hevur verið á veg í nøkur ár, men eg væntaði ikki sjálvur, at blómurnar skuldu fara at spretta longu nú. Vónandi kunnu vit halda støðið næstu árini, og so kunnu vit støðugt halda eitt rímiliga høgt støðið, har vit tosa um medaljupláss av fínum slag, sigur hann.
Er tað í lagi, at vit tosa um persónlig met heldur enn heiðursmerki hjá teimum føroysku svimjarunum á Oyggjaleikunum hesaferð?
 Ja, avgjørt. Nógvir av svimjarunum eru  sum ein gamal venjari segði  við fyri at læra. Kanska er tað skeivt at brúka júst hesa vendingina, men teir eru við fyri at royna seg og menna seg. Aðrir vita, hvat krevst á Oyggjaleikunum, og nú fáa vit at síggja, um teir liva upp til tað.