Í gjárkvøldið hendi tað aftur: Boðað varð frá eini neyðrakett og tilbúgvingin fór til verka at leita eftir og bjarga neyðstøddum.
Men talan var um eina misskiljing.
Tað var um midnáttina, at onkur boðaði frá, at tey høvdu sæð eina neyðrakett og eftir peilingini at døma, var tað onkustaðni ímillum Stongina í Nólsoy og Eystnes í Eysturoy, at rakettin skuldi vera.
Tyrlan varð boðsend og hon leitaði víða um har á leiðini í hálvan annan tíma.
Men tey varnaðust einki óvanligt. Eitt skip, sum var á leiðini, varnaðist heldur onki og síðani góvust tey at leita.
Samstundis ringdi eitt fólk til løgregluna og boðaði frá, at tað, onkur nevnir himmalskar laternur, og onkur annar nevnir kinesiskar lapmur, vóru at síggja í luftini.
Tað eru ljós, sum verða tendrað í ballónum og sum síðani fara upp í loft, sum tað sæst á myndini.
Hetta er ein siður, sum er við at taka seg upp í sambandi við brúdleyp og aðrar hátíðardagar, men tað kann vera lætt at mistaka hetta fyri at vera neyðrakettir.
Í góðveðri, sum í garkvøldið, kunnu tær fara rættiliga høgt.
Løgreglan sigur, at niðurstøðan er, at tað var hetta, sum hendi í gjárkvøldið.
Men løgreglan sigur samstundis, at hetta er ikki fyrstu ferð, at stór tilbúgving fer til verka at leita og bjarga, hóast talan bara er um fýrverk ella slíkar laternur, sum hesar.
Tí heitir løgreglan á fólk, sum fáast við slíkt, at boða frá, so at eingin misskiljing stendst av.
Tað er órógvandi, at farið verður at leita við tyrlu, av tí at fólk senda fýrverk og annað upp í loft til stuttleika, men sum onkur heldur eru neyðrakettir - og so er tyrlan heldur ikki tøk ta løtuna, skuldi tað veruliga verið brúk fyri henni onkra aðrastaðni.