“Hey góði....” nýtt átak hjá Ferðslutrygd

Fríggjadagin 9. mars var tíðindafundur hjá Ferðslutrygd í sambandi við eitt nýtt átak fyri at fáa ungar dreingir at vera meira ansnar í ferðsluni. Eisini var eftimeting av skeiðum fyri skúlanæmingum, sum hava verið seinastu 10 árini

Ferðslutrygd kemur nú við einum átaki fyri at fáa ungar dreingir at vera meira ansnar í ferðsluni. Í sambandi við átakið eru ”jinglur” gjørdar at senda í útvarpi, har vit hoyra genturøddir biðja dreingir ansa sær í ferðsluni. Átta ymiskar ”jinglur” eru gjørdar, og teksturin verður eisini at síggja í bløðunum, saman við mynd av gentunum.
 
Á tíðindafundinum greiddi Jákup Veyhe, lýsingarmaður, frá um konseptið í átakinum.
 
Ferðslutrygd hátíðarhelt eisini, at 10 ár eru liðin síðan fyrstu ferð varð skipað fyri dagsskeiðum fyri næmingum í miðnámsskúlunum, og ein eftirmeting varð gjørd av tí arbeiðinum hesi 10 árini.
 
Til staðar á fundinum vóru eisini manningin, sum hevur staðið fyri dagsskeiðunum, m.a. ferðsluoffur, ambulansafólk, koyrilærarar, politi og onnur.
 
Tey sum greiddu frá um arbeiði við dagsskeiðunum hesi 10 árini, vóru: Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, Jan Fossaberg, politistur, Jens Petur Olsen, koyrilærari, Johan Larsen, frá ambulansatænastuni og Heini Festirstein, sum fekk álvarsligan skaða í ferðsluvanlukku fyri umleið 20 árum síðan, greiddi frá um vanlukkuna, og hví hon hendi. Eisini luttók Firouz Gaini, samfelagsfrøðingur.  
 
Trý fólk heiðrað
 
Trý fólk, sum hava fingið stóran skaða í feðsluni og hava verið við í hesum arbeiði, vóru heiðrað við gávum á fundinum. Tey vóru: Heini Festirstein í Havn, Herit Joensen í Vestmanna, og Jákup Thomasen í Sørvági. Teirra lagnur hava havt stórt árin á teir umleið 6000 ungdómarnar, sum hava verið á skeiðunum hesi 10 árini, segði Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.
 
 
FAKTA:
 
Ferðsluvanlukkur raka mest ungdómin
 
Tey ungu millum 15 og 24 ár eru 14 prosent fólkatalinum í Føroyum, men eiga 50 prosent av teimum, sum eru deyð í ferðsluni. Oftast eru tað ungir dreingir, sum
verða raktir. At so nógv ung eru í álvarsligastu ferðsluvanlukkunum er eitt
sereyðkenni fyri Føroyar, tí í hinum Norðurlondunum er tilsvarandi tal um 25 prosent.