Linda flennir at dómarum

Blachmann og Remee høvdu hug at harta Lindu Andrews fríggjakvøldið. ? Tað merkist, at dómararnir kappast sína millum, og tí skulu teir siga okkurt negativt, sigur Linda Fríggjadagin varð greitt, at føroyska Linda Andrews kom víðari í fyrstu beinleiðis sendingini í X-Factor 2009. Hóast bæði Remee og Blachmann høvdu hug at harta hana eitt sindur, so kom hon ongantíð í trupulleikar av sanginum, hon hevði valt.

- Dómararnir skulu siga okkurt negativt, og tí valdu teir hondina hjá mær. Tað er heldur ongin, sum syngur ein krevjandi sang, sum ikki nýtir allan kroppin at syngja við. Hon leggur afturat, at hon ikki skilir, at Blachmann skal siga nakað um hondina hjá henni, tí í fjør hevði hann ein luttakara, sum gjørdi nógvar løgnar rørslur, og tá tosaði hann bara um, hvussu gott tað var.

 

Trýstir dómarar

Hóast Blachmann hevði hug, at siga negativ ting um Lindu, tá hon kom til upptøkuroynd, tí hon er føroyingur, so heldur hon, at hon hevur vunnið hjartað á honum.

- Eg haldi, at Blachmann hevur onki negativt sagt um røddina hjá mær, hann sigur ikki so nógv aftanfyri pallin, og tí er hann so kul, tá hann bara sigur júst tað hann hugsar á pallinum, sigur Linda Andrews. Hon heldur eisini, at Remee sær rættiliga kroystur út.

- Mann sær væl, at hann er pressaður. Hann hevur tey veiku kortini við bólkunum, staðfestir songkvinnan úr Havn.

 

Tey eldru mugu atkvøða

Sambært Lindu Andrews, mugu eldru hyggjararnir eisini atkvøða, um hon skal hava ein møguleika at vinna, hóast hon heldur seg vera best.

- Tey ungu fara ikki at atkvøða fyri eina 35 ára gamlari damu, sum ikki hoppar og dansar á pallinum, sigur Linda Andrews.

 

Les meira í Sosialinum í dag