Mads Boe fekk síni fyrstu epileptisku herindi sum átjan ára gamal. Hetta var í fyrsta umfari kveistrað til viks sum avleiðingin av einum túri í býin. Men tað skuldi vísa seg, at talan veruliga var um epilspsi.
- Mín fyrsta reaktión var, at nú var lív mítt oyðilagt. Eg livdi í mong ár í noktan fyri veruleikanum. Eg var heldur ikki so illa plágaður av sjúkuni, hevði eini seks-sjey herindi um árið, og tey vóru rímiliga løtt, greiddi Mads Boe frá.
Fyrsta veruliga vendin kom, tá hann í 2002 sum duravørður fekk eini herindi, og henda hending hevði so stóra ávirkan á hann, at hann veruliga tók seg saman.
- Eg legði av at drekka, og tað var eitt stórt stig fyri meg, tí tað snúði seg í mestan mun um at ballast, tá eg fór í býin, greiddi Mads Boe frá.
Næsta broytingin kom í januar 2003, tá hann skifti lækna. Tá varð gamli heilivágurin skiftur út við nýggjan, og tá slapp hann púrasta av við hjáárinini, sum annars høvdu plágað hann, og samstundis hildu herindini uppat.
- Triðja stigið til eitt trupullekafrítt lív varð tikið, tá hann var á summarlegu í 2005.
Tá var veitsla eitt kvøldið, og eg gjørdi av at drekka nakrar øl. Og dagin eftir kendi eg mær einki hóttafall, og síðani havi eg funnið út av hvar markið gongur – og nú fari eg ongantíð út um tað, segði Mads Boe.
Til seinast í sínum innleggi spurdi hann fundarfólkið, um tey hildu, hann var glaður fyri at hava epilepsi. Og hann svaraði sjálvur.
- Jú, eg eri glaður fyri at eg havi epilepsi, tí hevði eg ikki tað, hevði eg ikki havt tey fantastisku upplivilsi, eg havi havt, og eg hevði heldur ikki havt hitt unnustu mína. So, jú, eg eri glaður um, at eg havi epilepsi, segði Mads Boe.