Skiftet - fyrstu svensku løgreglukvinnur

Við støði í handriti hjá Patrik Ehrnst hava leikstjórarnir Rojda Sekersöz og Julia Lindström gjørt seks parta filmsrøðina, Skiftet, um fjúrtan tær fyrstu løgreglukvinnurnar í Svøríki í 1958, sama árið, loyvt varð kvinnum at gerast prestar í svensku kirkjuni. Netflix vísir nú allar seks partarnar, ið eru 40 minuttir hvør.

 

Birkblog:

 

Altjóða er hópin av sjónvarpsrøðum, ið nærum síðan sjónvarpið kom til og gjørdist húsaltar í stovuni, lýsa løgreglulívið í gaman og álvara. Nýggjasta røð eg havi varnast fyri tað í mínum optikki avgjørt góða, er BBC røðin frá 2023 og fram, Blue Lights, ið fer fram í Belfast, sum burdi verið vinarbýur hjá øllum føroyskum fólki við áhuga fyri tí skisma, sum gníggjandi tekur seg upp, tá fullveldiskatolikkar og sambandsprotestantar faru upp í hægsta gir og uttan dialog brúka hvønn møguleika at manifestera seg sjálvan við fløggum og súmbolum, hvør í sínum býarparti.

 

Svenska røðin, Skiftet, ið er hin fyrsta søguliga, Netflix hevur gjørt har í landinum, er púra greitt skorin eftir einum feministiskum leisti, har tríggjar ungar kvinnur flyta inn í trongu íbúðina hjá jødisku ommu Ingrid (Malin Persson), og vit hoyra um harðrenda pápa Carin (Josefin Asplund), sum eftir einum turriklæði at døma er úr Russlandi, og so hin vakra Siv (Agnes Rase), úr lítla býnum Strängnäs, har mamman uttan at siga frá, hevur teknað hana til eina vakruleikakapping, sum hon rýmir undan. Siv er sum klipt úr Grease, ið lýsir sama tíðarskeið.

 

Men tað er ikki um Sandy vit hoyra í byrjanini. Partarnir byrja við ágangandi nútíðartónleiki, Good Cop, Bad Cop hjá Ice Cube av plátuni Everythang's Corrupt í 2018, og so hoyra vit eisini punk tónleik.

 

Røðin fer fram í býarpartinum Klara mitt í Stockholm, um ta tíðina, býarparturin verður rivin niður og bygdur upp aftur, sum tann miðbýur, city, vit síggja í dag, vitja vit svenska høvuðsstaðin.

 

Økið er tað tyngsta í landinum, merkt av markleysum kriminaliteti, drykkjuskapi, ivasomum biografum, horulevnaði og ólógligum abortklinikkum. Her skulu ungu løgreglugenturnar halda vakt og ganga á gøtunum saman við einum løgreglumanni í eina royndartíð. Vælvald klipp geva okkum ábendingar um heimsstøðuna hetta árið, eins og hársnið, klæði, telefonir, møblar og bilar eru vald av einslistum.

 

Vit koma eftir, at rættvísiskumpassin hjá Carin, bæði í starvinum og í frítíðini, krevur at hon skal bjarga kvinnum, ið eru komnar illa fyri í stórbýnum, og avdúka ovastan, sum er í sambandi við eina horu. Sannleikin, sum kemur fram í endanum, er tó ein annar og meira sympatiskur, sum er sjáldsamt í mannfólkalýsingunum her. Siv er meira miðvís og ambitiøs í starvinum, men vakurleikin forðar henna at verða tikin í álvara á sjávinistiska arbeiðsplássinum, har vit fáa spennandi innlit í starvsfelags- og leiðsluviðurskifti millum menn, ið halda seg hava makt, og káva útyvir hvønn annan, tá á stendur. Ingrid er skarpskjútti og verður tí drigin inn í ein fasistiskan, antikommunistiskan white supremacy klubba av løgreglumonnum, sum jødiska omman tó lærir hana at gera upp við. Traðrirnir ganga aftur til kríggið, hóast Svøríki var uttanvelta.

 

Kvinnuleiklutirnir eru sannførandi ymiskir, meðan mannligu leiklutrinir eru meira eindimensionalir, svín ella neyðardýr.

 

Til heystfrítíðina viðmæli eg beint fram hesa nýggju søguligu filmsrøð hjá Netflix, Skiftet, sum í seks avmáldum pørtum lýsir fyrstu kvinnur sum løgreglufólk í 1958. Eitt framúr periodu drama um tíðarleys viðurskifti, dynamikkir og eltibløðrur, sum Bernardo Bertolucci lýsti í Il Conformista í 1970, alt samalt á einum arbeiðsplássi. Ein røð, sum eftir øllum at døma fer at halda fram.

 

##med2##

 

Lesið meira við at trysta her