Skuldsettur fyri harðskap móti løgreglufólki

Og ein bilførari koyrdi bil uttan at hava koyrikort

Løgreglan varð í gjár boðsent at burturvísa einum persóni, sum var uttan fyri Herbergið í Havn. Tað vildi hesin persónurin ikki finna seg í, og tað endaði við, at hann varð skuldsettur fyri fyri harðskap móti løgreglufólki.

Í Saltangará tók løgreglan í gjár ein bilførara, sum ikki hevði loyvi at koyra bil, tí hann hevði ikki koyrikort. Hann verður skuldsettur fyri tað.