Ein ferð úr deyðans skuggadali til ljós og lív

Ljónið, gívurin og klædnaskápið er heitið á nýggjari bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Hon er ein ævintýrkend søga, har tað góða stríðist ímóti tí illa og er samstundis ein ferð úr deyðans skuggadali til ljós og lív.

Í vikuni kom bókin Ljónið, gívurin og klædnaskápið út. Hon er fyrsta av teimum heimsgitnu Narnia søgunum, sum Clive Staples Lewis skrivaði. Tær sjey bøkurnar komu í árunum 1950-56. Pauline Baynes hevur myndprýtt allar. Carl Jóhan Jensen hevur týtt fyrstu bókina í røðini til føroyskt.

Ljónið, gívurin og klædnaskápið er ein ævintýrkend bók og er ætlað størri børnum og ungum.

Søgan er um tey fýra bønini Pætur, Súsonnu, Edmund og Lovisu. Tá ið Lovisa finnur ein annan heim - heimin Narnia - ígjøgnum bakveggin á einum klædnaskápi, trýr eingin henni. Men so finna Pætur, Súsanna og Edmund hann eisini, og tá byrjar stríðið at bjarga Narnia undan teirri hvítu gívrini. Børnini vita, at tann loyndarfulli Aslan fer at hjálpa teimum, men tey vita ikki, at Edmund hevur verið í Narnia, og hann hevur longu møtt hvítu gívrini. . .

Høvundurin var bókmentafrøðingur. Í formæli í bókini skrivar týðarin Carl Jóhan Jensen, at hugmyndafrøðiliga stendur C.S. Lewis á kristnum støði. Hann hevði serliga áhuga fyri miðøld og endurreisnartíðini og hesin áhugin speglast aftur í skaldskapi hansara.

Ljónið, gívurin og klædnaskápið er ikki ein vanlig barnabók. Hetta er ein bók, sum í nógv størri mun leggur dent á tað bókmentaliga. Tað sæst aftur í frásagnartøknini, og hvussu hann flættar tekn, ímyndir og bókmentaligar tilsipingar inn í tekstin. Týðarin sigur, at bókin upprunaliga óivað er ætlað børnum og ungum sum lesa bøkur fyri vaksin og venja tey við bókmentaligan tekst.

Týðingin ber brá av einum málbúna, sum ber ímóti tí bókmáli, ið spakuliga er vaksið fram í Føroyum síðani føroyingar tóku sær fyri aftur at skriva annað mál enn danskt.

Narnia søgurnar eru sum sagt sjey í tali og ætlanin er at geva allar út komandi árini.