Stuðusskipanin við nýggjari tænastu

"Stuðulsskipanin fyri Vaksin" er nú komin við einari nýggjari skipan, sum fyrstu ferð er roynd í Føroyum. Í Suðurstreymoy arbeiðir Starvsfólkið nú sum eitt toymi. Ætlanin er at fáa hesa toymisskipan at virka um alt landið

Uppgávan hjá "Stuðulstoyminum fyri Vaksin"" er at veita persónligan stuðul til heimabúgvandi sálarsjúk í aldrinum 18-67 ár, sum øll hava tørv á stuðli í heiminum.

Stuðulsskipanin er nú komin við einari nýggjari skipan, sum fyrstu ferð er roynd í Føroyum. Í Suðurstreymoy arbeiðir Starvsfólkið nú sum eitt toymi.

Sum tað hevur verið higartil, hevur eitt starvsfólk verið til hvønn brúkara, men tað slóðbrótandi við nýggju skipanini er, at nú arbeiða starvsfólkini sum eitt toymi við tvørfakligari vitan.

Stuðulsskipanin fyri vaksin setir sum treyt, at starvsfólk ið skulu arbeiða í toyminum skula hava eina sosial- ella eina heilsufakliga útbúgving. Grundgevingin fyri hesum er tann, at tað fakliga støði í stuðulsarbeiðinum skal kunna avspeglast í stuðulsarbeiðinum og skal hetta koma brúkaranum til góðar. Hvørt stuðulsfólk hevur 6-7 brúkarar, sum tey hava tilknýti til.
Tann ymiska fakliga vitanin í toyminum ger, at tey fáa heildarmyndina við, tá tey skulu finna tørvin hjá tí einstaka brúkaranum.

Starvsfólkið í toyminum fær eisini stórt gagn av at arbeiða í toyminum, tá tann fakligi førleikin hjá hvørjum einkultum starvsfólki er so ymiskt samansettur.

Nýggja skipanin er gjørd eftir donskum leisti, men er lagað til føroysk viðurskifti. Stuðulsskipanin samstarvar eisini við fýra danskar kommunur við m.a. at starvsfólkini í stuðulstoyminum, samstarva við tilsvarandi stuðulstoym í Danmark.

Hetta verður gjørt við at stuðulstoymið hevur møguleika fyri at starvsfólk frá toyminum luttaka á fundum og skeiðum í Danmark. Endamálið við hesum er, at stuðulstoymið skal menna sín fakliga og persónliga førleika og fáa íblástur til stuðulsarbeiðið.

Tað var 1. januar 2003 at "Stuðulsskipanin fyri Vaksin" var yvirtikin av Heimarøktini og Serforsorgini. Stovnurin heldur til í Løkjutúni 1 á Argjum, og leiðari á stovninum er Regin Johansen, ið er útbúgvin sosialráðgevi við psykologi-yvirbygningi.