royndu sjórænarar at taka norska tangaskipið Trans Catalonia úti fyri somalisku strondini. Skipið hevur vápnaðar vaktarmenn umborð, og vaktarmenninir og sjórænararnir skutu eftir hvør øðrum, áðrenn sjó [...] álopsmenninar burtur og forðaðu á tann hátt fyri, at skipið bleiv rænt, sigur reiðaríið Sea Trans, sum hevur heimstað í Bergen. Trans Catalonia, sum er 20.000 tons stórt, var á veg úr Indonesia til Russlands
franskur trolari kom í nátt til Seychellurnar við italska ferðamannaskipinum Costa Alegra. Trolarin hevur togað skipið til lands, tí tað fær ikki siglt sjálvt eftir ein eldsbruna í maskinrúminum. Meiri enn [...] enn 1.000 fólk vóru umborð á Costa Alegra, og tey eru nú farin í land í býnum Victoria, sum hevur ta størsta havnarlagið á Seychellunum. Eldurin umborð á ferðamannaskipinum gjørdi, at ferðafólkini hava
Slots- og Ejendomsstyrelsen. Kjallarin er ikki innrættaður, men tað verður gjørt nú. Kommunustýrið hevur tikið av lægsta tilboðnum upp at gera arbeiðið. Lægsta tilboðið átti Multitænastan, sum er ein fyritøka [...] kunningarstova, bókasavn og eldrasambýli eru, tí tá fara onnur ikki at kunna fylgja so væl við, hvør hevur ørindi á sýsluskrivstovuni.
maður hennara eisini er prestur. Í nøkur ár hevur Kirsten verið knýtt til lærda háskúlan í Keypmannahavn sum granskari í praktiskari gudfrøði. - Kirsten hevur m.a. eisini verið prestur í Aars í Himmerlandi
Í hesum sambandi hevur Hvannasunds kommuna avgjørt at bjóða út eina kapping um navn til henda stovnin. - Vit ynskja at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum [...] 3000 krónur verður latin fyri besta uppskotið. Annars letur nýggi dagstovnurin upp 2. apríl. Hann hevur bæði rúm fyri børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri, og fer haraftrat at kunna hýsa frítíðarskúla
Thorning-Schmidt av í forsætismálaráðnum. Tað er úrslitið av einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið. Kanningin vísir, at var val nú, høvdu stjórnarflokkarnir og Eindarlistin [...] vinnarin, um val hevði verið nú. Flokkurin hevði fingið 57 fólkatingslimir ella 10 fleiri, enn hann hevur.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðið forsætisráðharra Noregs, Jens Stoltenberg til Føroyar. Í hesum sambandi kemur forsætisráðharrin til Føroyar á almenna vitjan í mai. Endamálið við vitjanini [...] og samstarvið millum Føroyar og Noreg. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: Jens Stoltenberg hevur leingi ynskt at vitja Føroyar. Føroyar og Noreg hava tøtt søgulig og mentanarlig bond og mong felags
Í Irak hevur rætturin dømt fýra menn til deyða í sambandi við eina bilbumbuspreinging í høvuðsstaðnum Bagdad fyri fimm árum síðani. Tríggir av monnunum eru brøður. Spreingingin kostaði seks mannalív, og [...] ár eru 65 deyðadømd fólk tikin av døgum í Irak, og tað er næstan líka nógv sum alt árið í fjør. ST hevur funnist hvassliga at teimum nógvu avrættingunum í Irak, og ST krevur, at landið setir deyðarevsingina
donskum ríkisborgarum frá at fara til høvuðsstaðin á Maldivunum, Malé, uttan so, at tað er neyðugt. Tað hevur verið sera ófriðarligt á Maldivunum teir seinastu dagarnar. Fyri nøkrum døgum síðani valdi forsetin [...] bleiv noyddur frá, og at í veruleikanum er talan um eitt kvett, sum varaforsetin skipaði fyri. -Hann hevur altíð gingið við einum dreymi um at gerast forseti, og nú eitt høvi var, gjørdi hann álvara av tí
vaktar- og bjargingartænastan eitt nýtt vaktarskip, men orsakað av ymsum trupulleikum í maskinrúminum hevur Landhelgisgæslan ikki kunnað brúkt skipið enn. Eitt nú skelvir annar høvuðsmotorurin so illa, at festini [...] honum eru loysnað. Menn hjá Rolls Royce í Noregi hava verið umborð og roynt at umvæla brekið, men tað hevur ikki loyst trupulleikarnar, skrivar Morgunblaðið. Tí er nú avgjørt at sigla skipið til Noregs, so