Í hesum sambandi hevur Hvannasunds kommuna avgjørt at bjóða út eina kapping um navn til henda stovnin.
- Vit ynskja at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum, verður sagt úr kommununi.
Uppskot um navn skulu verða kommununi í hendi áðrenn 12. mars. Virðislønin uppá 3000 krónur verður latin fyri besta uppskotið.
Annars letur nýggi dagstovnurin upp 2. apríl. Hann hevur bæði rúm fyri børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri, og fer haraftrat at kunna hýsa frítíðarskúla fyri børn í 1. til 3. flokk.











