Viðareiði: Komandi sunnudag 18. mars kl. 12.00, verður Kirsten Donskov Felter skipað í embætið í Norðoya eystara prestagjaldi.
Kirsten Donskov Felter skal røkja kallið eystan Múla í tíðarskeiðinum 15. mars til 31. juli. Kirsten kemur úr Vesterbølle í Himmerlandi, har maður hennara eisini er prestur.
Í nøkur ár hevur Kirsten verið knýtt til lærda háskúlan í Keypmannahavn sum granskari í praktiskari gudfrøði.
- Kirsten hevur m.a. eisini verið prestur í Aars í Himmerlandi og í Viborg dómkirkju, verður upplýst úr Bispaskrivstovuni.
Við gudstænastuna luttekur Uni Næs, dómpróstur. Talvan gongur fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.