Í Irak hevur rætturin dømt fýra menn til deyða í sambandi við eina bilbumbuspreinging í høvuðsstaðnum Bagdad fyri fimm árum síðani. Tríggir av monnunum eru brøður. Spreingingin kostaði seks mannalív, og 65 fólk fingu skaða.
Sambært myndugleikunum hava teir fýra menninir játtað seg sekar, og at teir vóru limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda.
Higartil í ár eru 65 deyðadømd fólk tikin av døgum í Irak, og tað er næstan líka nógv sum alt árið í fjør. ST hevur funnist hvassliga at teimum nógvu avrættingunum í Irak, og ST krevur, at landið setir deyðarevsingina úr gildi.