Nýtt vaktarskip má til umvælingar

Í oktober fekk íslendska vaktar- og bjargingartænastan eitt nýtt vaktarskip, men orsakað av ymsum trupulleikum í maskinrúminum hevur Landhelgisgæslan ikki kunnað brúkt skipið enn.

Eitt nú skelvir annar høvuðsmotorurin so illa, at festini undir honum eru loysnað. Menn hjá Rolls Royce í Noregi hava verið umborð og roynt at umvæla brekið, men tað hevur ikki loyst trupulleikarnar, skrivar Morgunblaðið.

Tí er nú avgjørt at sigla skipið til Noregs, so tað kann umvælast har. Arbeiðið kemur undir garanti og kostar tí ikki íslendingum nakað.

Nýggja vaktar- og bjargingarskipið, sum eitur Þór, er bygt í Kili.