Fleiri bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Havn og í Klaksvík í gjár

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra í móti ferðslurætninginum. Tað var í Varðagøtu í Havn, har ferðslan er einsrættað eina løtu í morgunin fyri at lætta um ferðslua við Sankta Frans skúla.

Í Klaksvík vóru tveir bilførarar skuldsettir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu bil, og tað gevur eisini klipp í koyrikortið.

Í gjár kanna løgreglan ferðsluna við skúlar. Tað varð gjørt bæði í Havn og í Klaksvík, men har sá sambært vaktleiðaranum á politistøðini gott út, tí einki mál varð skrivað.

Aftur í morgun kanna løgreglan ferðsluna við skúlarar í høvuðsstaðnum og í norðurøkinum.