Royndu at ræna norskt skip

Gjáranáttina royndu sjórænarar at taka norska tangaskipið Trans Catalonia úti fyri somalisku strondini. Skipið hevur vápnaðar vaktarmenn umborð, og vaktarmenninir og sjórænararnir skutu eftir hvør øðrum, áðrenn sjórænararnir tóku seg aftur.

-Sjórænararnir fóru at skjóta, men vaktarmenninir umborð skutu afturímóti og ræddu álopsmenninar burtur og forðaðu á tann hátt fyri, at skipið bleiv rænt, sigur reiðaríið Sea Trans, sum hevur heimstað í Bergen.

Trans Catalonia, sum er 20.000 tons stórt, var á veg úr Indonesia til Russlands við matolju. Manningin, sum telur 20, er úr Svøríki, Póllandi og Rumenia, skrivar norska tíðindastovan NTB.