Sýsluskrivstovan í kommunuskrivstovuna

1. juni flytir sýsluskrivstovan á Sandi inn í kjallaran á kommunuskrivstovuni.

Hetta er greitt, eftir at kommunustýrið á Sandi mikukvøldið skrivaði undir leigusáttmála við Slots- og Ejendomsstyrelsen.

Kjallarin er ikki innrættaður, men tað verður gjørt nú. Kommunustýrið hevur tikið av lægsta tilboðnum upp at gera arbeiðið. Lægsta tilboðið átti Multitænastan, sum er ein fyritøka á Sandi.

Brandur Sandoy, borgarstjóri heldur tað verið heppið við sýsluskrivstovuni í sama húsi, har bæði kommunuskrivstova, kunningarstova, bókasavn og eldrasambýli eru, tí tá fara onnur ikki at kunna fylgja so væl við, hvør hevur ørindi á sýsluskrivstovuni.