Hevði fólkatingsval verið nú, hevði Lars Løkke Rasmussen loyst Helle Thorning-Schmidt av í forsætismálaráðnum. Tað er úrslitið av einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.
Kanningin vísir, at var val nú, høvdu stjórnarflokkarnir og Eindarlistin fingið 81 fólkatingsumboð, meðan andstøðuflokkarnir høvdu fingið 94. Samanborið við valúrslitið tann 15. september í fjør hava stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkur mist átta umboð, og bara tann seinasta mánaðin hava teir mist trý.
Vinstri hevði verið tann stóri vinnarin, um val hevði verið nú. Flokkurin hevði fingið 57 fólkatingslimir ella 10 fleiri, enn hann hevur.