í fjør, ætla fyrireikararnir at gera tað, teir kunnu, fyri at bæði framsýnarar og gestir koma at føla seg væl. Fyri at fáa stevnuna so áhugaverda sum gjørligt, er ætlanin at framsýningin skal vera so fjølbroytt [...] fram eftir aðalregluni um, at tann sum verður fyrstur, sleppur eisini fyrstur at velja sær bás. Leivur Nygaard, sum er við til at legja til rættis, sigur at stórur áhugi er fyri at sleppa við á framsýningina [...] tann stevnan var so mikið væl egnað, at fyrireikararnir hava dirvi til at royna tað einaferð enn. Tó vóru onkur mistøk seinast, men hesumferð hava teir so tann fyrimun, at teir hava lært av teimum mistøkum
vit fara at gita um hvat av liðunum fer at vinna, so fara vit at seta nakrar krónur upp á meistararnar úr Klaksvík. Tær hava roynst knáar í ár og tað fer at vera meiri enn torført hjá Drátti at koppa Mjølnir [...] setti kom so ferð á Drátt. Tær royndu av øllum alvi at koma inn í spæli og tað eydnaðist teimum at vinna eitt sett móti meistarunum. Vit skilja, at tað serliga var blokaduspælið hjá Drátti, sum virkaði [...] Blandingurin við royndum og yngri leikarum hevur víst seg at vera serstakliga góð í ár og tað tykist ñ uttan at taka nakað frá hinum liðunum ñ at tær eru klassar betri enn hini liðini. Dráttur hevur roynt
fyri stuttum, greiddi Tomislav Sivic frá, at teir arbeiddu við ætlanum um at fáa fatur á tveimum útlendskum leikarum, og nú er líkt til, at hetta arbeiði er um at koma undir land.. Svend Jacobsen, formaður [...] spátt fara at endurvinna meistaraheitið. Saknur í Kurt Einasta frágongdin, sum KI hevur havt, er á fremsta á aftasta plássinum, og tað er júst á hesum báðum plássum, at klaksvíkingar ætla at styrkja sær [...] óroyndir. Umframt at spæla við, er ætlanin eisini, at málverjin skal virka sum málmansvenjari fyri besta mansliðið, og allar ungdómsdeildirnar, og á tann hátt vónar leiðsla felagsins, at jugoslavin eisini
føroyska javnaðarflokkinum. Men mín meting er, at hann hevur gjørt støðuna verri, tí tað er einki at siga til, um enn fleiri føroyingar fara at ynskja at sleppa burtur úr ríkisfelagsskapinum við Danmark [...] við sær, men tað er týdningarmikið, at tað verður gjøgnum samráðingar, at partarnir koma til eitt úrslit. Og at partarnir nú stríðast í fjølmiðlunum er prógv um, at samráðingarnar fingu eina sera vánaliga [...] Framferðin hjá Nyrup var brutal og óstortlig. Hann mátti havt lært av bankamálinum, at soleiðis ber tað ikki til at fara við føroyingum. Harðarenda útspælið hjá honum fríggjadagin skaddi samráðingarnar
vit at vita, at ein slík lýsing kostar 15 túsund krónur hvørja ferð hon er við. Bert til kunning Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, heldur einki skeivt vera í at brúka pening til at kunna [...] landsstýrinum. Hetta merkir, at tá tú við músini klikkir á lýsingina, kemur tú inn á fullveldisheimasíðuna. Landsstýrismaðurin vísir á, at avtalan við Jyllands-Posten er, at landsstýrið rindar 15 túsund [...] Talan er ikki um, at landsstýrið skal rinda fyri hvønn dag, lýsingin er á internetavísini. At kunna við tíðindaskrivum, tíðindafundum og øðrum líknandi kring Danmark er nógv dýrari enn at kunna á internetinum
er eisini at tekna seg gjøgnum fartelefonina. Wap-heimasíðan hjá VIT er at finna á adressuni http://wap.vit.fo VIT, sum annars eisini er kent fyri at gera framkomnar heimasíður, fer í næstum at leggja seg [...] við skili, soleiðis at tað ikki gerst neyðugt við dupultum viðlíkahaldi. Wap-fartelefonir Um wap-fartelefonir kann sigast, at tær eru serligar við tað at rúturin á fartelefonini er nógv størri enn vanligt [...] Wireless Application Protocol, er so smátt við at vinna frama í londunum kring okkum, og í Danmark hava wap heimasíður verið tøkar í nakrar mánaðir. Eitt nú ber til at lesa styttar greinar hjá dagblaðnum Aktuelt
afturat, at talan er enn bara um fyrsta veruliga samráðingarfundin, og at langt er enn á mál. Hesuferð eydnaðist at fáa í lag samskifti millum partarnar, og tað kann enda við, at danska stjórnin fer at slaka [...] samgonguni - at boða frá fullveldinum. Um tað so eisini merkir, at tann realistiski vongurin í hesum flokkum fær tala leiðslunar til rætiis, er ein annar spurningur. Í tí sambandi er vert at minnast á, at Sjál [...] Løgmaður nevndi møguleikan at útsesta dagin fyri, nær fullveldi so skal koma í gildi. Henda áskoðanin hjá umboðunum fyri Fólkaflokin og Sjálvstýrisflokkin kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tey eru ikki so viss
vit vóru við til at fáa bæði flogvøll og keikant við í oljulógina herfyri, hevði eg eisini roknað við, at vágatingmenn fóru ikki at seta fót fyri hesum. Men heldur ikki har vísti tað seg at vera nakar dugur [...] málleysur, nú tað enn einaferð eydnaðist at stinga Suðuroynna í ryggin. Og tað heldur Henrik Old, at Jógvan við Keldu fyrst og fremst hevur gjørt við ikki sjálvur at vera í tinginum, tá hetta fyri Suðuroynna [...] annars ikki, at optiónin skuldi fella á tingi. Harvið hevur man givið skarvin yvir mótvegis oljufeløgunum. -Okkara áskoðan hevur verið hon, at fer tú upp í eina oljuvinnu, so er tað fyri, at Føroya fólk
liðið. Soleiðis heldur Inga, at flestu áskoðararnir roknaðu við, at kappingin fór at laga seg. Spurd um, hvør uppskriftin til óvæntaðu silvurmerkini hevur verið, sigur hon, at tað fyrst og fremst er við [...] Stjørnuna sum favoritt, meðan Kyndil, VÍF skuldu stríðast um heiðursmerkini, umframt at fleiri eisini roknaðu við, at VB fór at gera um seg. Vit høvdu ikki fingið nakra serliga tilgongd undan kappingini, og [...] hópinum. Ioana skudi mansverjast Um dystin leygardagin sigur hon, at tær høvdu gjørt av, at Ioana Rápa skuldi mansverjast allan dystin, fyri at vita um hetta kanska kundi steðga henni. Iona var tó als ikki
allar kappingarnar í vetur, og spennandi verður so at síggja, um hon eisini megnar at vinna FM-heitið. Eisini Brian Hansen hjá piltunum verður tungur at syfta. Hann er eisini úr Streymi. Rókur Nielsen úr [...] sær rætt at spæla við í næstu deild eldri enn hansara egnu. Og fleiri ferðir hava t.d. piltar vunnið FM-heitið í Smádreingjadeildini. Hetta má so eisini bera boð um, at skipanin er góð - og verd at varðveita [...] ítróttarhøllini á Hálsi. Kappingarnevndin ger vart við, at avgjørt síðsta freist fyri tilmelding er týsdagin 28. mars, og eftir hetta er ikki gjørligt at melda til. Lutakast verður nevnliga týskvøldið, og tá