Dráttur verður nummar trý

Flogbóltur: Fríggjakvøldið fingu vágafólk høvið til at meta um møguleikarnar hjá Drátti at vinna steypafinaluna tá vágakvinnur hittu Mjølnir. Men eins og fyrr í ár dróg Mjølnir longra stráið

Dráttur-Mjølnir 0-2


Leygardagin verða steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, men longu hetta vikuskiftið leiktu liðini í steypafinalunum innanhýsis dystir. Hjá kvinnum var seinasti dysturin á skránni hjá Drátti móti Mjølnir og hann endaði við, at klaksvíkskvinnur vunnu 2-0.

Hóast tað, so var kortini talan um ein rættuliga góðan dyst til tíðir.

Í fyrra hálvleiki var Mjølnir betra liðið og í veruleikanum eydnaðist tað ongantíð Drátti at fáa fatur í skilagóða spælinum hjá meistarunum úr Klaksvík.

Í øðrum setti kom so ferð á Drátt. Tær royndu av øllum alvi at koma inn í spæli og tað eydnaðist teimum at vinna eitt sett móti meistarunum.

Vit skilja, at tað serliga var blokaduspælið hjá Drátti, sum virkaði serliga væl, og tað helt Mjølnir niðri eina tíð. Men royndirnar á Mjølnirliðnum komu teimum til góðar, tá tær í staðin fóru at leggja dent á lopp og aðrar álopshættir.

Hetta eydnaðist og seinasta javnbrótaran vann Mjølnir greitt.

Tískil endaði dysturin við sigri til meistararnar úr Mjølnir.


Finalan fyri framman

Hetta var næstseinasti dysturin hjá Mjølnir og Drátti í ár. Nú restar bert steypafinalan, sum á fyrsta sinni í mong harrans ár aftur verður leikt næsta vikuskiftið.

Skulu vit fara at gita um hvat av liðunum fer at vinna, so fara vit at seta nakrar krónur upp á meistararnar úr Klaksvík. Tær hava roynst knáar í ár og tað fer at vera meiri enn torført hjá Drátti at koppa Mjølnir, sum av álvara hevur fingið skil á spæli.

Blandingurin við royndum og yngri leikarum hevur víst seg at vera serstakliga góð í ár og tað tykist ñ uttan at taka nakað frá hinum liðunum ñ at tær eru klassar betri enn hini liðini.

Dráttur hevur roynt í ár og tað skulu tær eiga. Tær hava barst fyri at fingið síni úrslit um enn tað kann fara at tykjast í tyngra lagi næsta leygardag.