Verjan og viljin avgerandi

Hetta heldur liðskiparin á neistaliðnum, Inga Danberg, vóru størstu orsøkirnar til, at neistaliðið megnaði at vinna silvurmerkini

Undan kappingini mundu tað ikki vera mong, sum roknaðu kvinnuliðið hjá Neistanum millum favorittarnar til at vinna heiðursmerki av nøkrum slag. Nú seinasti dysturin var leiktur, høvdu tær so kortini vunnið silvur, og eftir dystin leygardagin hittu vit liðskiparan á Neistaliðnum, Ingu Danberg.


Mettar sum fimmarar

- Vit vóru kanska styrkismettar sum nummar fimm áðrenn kappingin byrjaði. Flestu høvdu helst Stjørnuna sum favoritt, meðan Kyndil, VÍF skuldu stríðast um heiðursmerkini, umframt at fleiri eisini roknaðu við, at VB fór at gera um seg.

Vit høvdu ikki fingið nakra serliga tilgongd undan kappingini, og tí vóru tað ikki nógv, sum roknaðu við okkum. Síðani hava vit so fingið Ileanu, sum hevur styrkt um liðið.

Soleiðis heldur Inga, at flestu áskoðararnir roknaðu við, at kappingin fór at laga seg. Spurd um, hvør uppskriftin til óvæntaðu silvurmerkini hevur verið, sigur hon, at tað fyrst og fremst er við útgangsstøði í eini sterkari verju og tveimum ótrúliga góðum málverjum, at tær hava vunnið dystirnar.

- Harumframt hava vit alt árið stríðst sera væl, og í okkara verð hevur eingin dystur verið taptur, fyrr enn dómararnir hava bríkslað fyri seinastu ferð, sigur liðskiparin, sum eisini nevnir góða samanhaldið í hópinum.


Ioana skudi mansverjast

Um dystin leygardagin sigur hon, at tær høvdu gjørt av, at Ioana Rápa skuldi mansverjast allan dystin, fyri at vita um hetta kanska kundi steðga henni. Iona var tó als ikki á vøllinum hendan dagin, og um tað hevði nakra ávirkan, veit Inga ikki at siga, men hon heldur ikki, at spælið var nakað serligt fyrsta hálva tíman.

- Í hálvleikinum fingu vit so ein ordiligan uppsang, og í seinna hálvleiki fingu glið á okkara spæl, har verjan riggaði, og vit fáa nøkur mál upp á kontra, segði Inga at enda, áðrenn hon saman við liðfeløgunum gjørdi seg til at stuðla monnunum í felagnum.