VIT fyrst við wap-tænastu í Føroyum

Sum tann fyrsta í landinum, bjóðar teldufyritøkan VIT nú viðskiftafólkum sínum at vitja heimasíðuna á fartelefonini

WAP, sum er ein stytting fyri Wireless Application Protocol, er so smátt við at vinna frama í londunum kring okkum, og í Danmark hava wap heimasíður verið tøkar í nakrar mánaðir.

Eitt nú ber til at lesa styttar greinar hjá dagblaðnum Aktuelt á wap-fartelefonum, og Lån & Spar Bank bjóðar viðskiftafólkunum at síggja kontoavrit, flyta pening millum egnar konti og annað á wap-fartelefonum.

Donsku bankarnir hava eisini ætlanir um at lata viðskiftafólkini gera vanligar flytingar á wap-fartelefonum um stutta tíð.


Skeiðtilmeldingar

Á wap-heimasíðuni hjá VIT fæst ein listi yvir tey skeið, sum VIT-stovan bjóðar, og gjørligt er eisini at tekna seg gjøgnum fartelefonina.

Wap-heimasíðan hjá VIT er at finna á adressuni wap.vit.fo

VIT, sum annars eisini er kent fyri at gera framkomnar heimasíður, fer í næstum at leggja seg eftir at gera fleiri wap-heimasíður fyri viðskiftafólk.

Sambært Reidar Ole-Jacobsen frá VIT, er tað í flestu førum bara talan um at umleggja verandi heimasíðu til wap-tøknina, men alt má gerast við skili, soleiðis at tað ikki gerst neyðugt við dupultum viðlíkahaldi.


Wap-fartelefonir

Um wap-fartelefonir kann sigast, at tær eru serligar við tað at rúturin á fartelefonini er nógv størri enn vanligt - og so hevur fartelefonin eina rulli-mús.

Allir teir størru framleiðararnir av fartelefonum gera eisini wap-fartelefonir, og í Føroyum fáast tær eitt nú hjá JS-Radio í Handilskjarnanum.

Haðani frættist, at nógvir føroyingar longu hava ognað sær eina slíka.

Við tí framgongd, sum bæði internetið og fartelefonirnar hava havt í Føroyum seinastu árini, kann roknast við, at wap ? eins og í grannalondunum ? fer at vaksa í stórum her heima í komandi tíðum.