Danski forsætisráðharrin skaddi samráðingarnar millum donsku stjórnina og landsstýrið, tá hann kom við sínum ultimativa útspæli fríggjadagin.
Tað heldur fyrrverandi leiðarin í danska Konservativa Fólkaflokkinum, Per Stig Møller, sum framvegis er fólkatingsmaður fyri flokkin.
? Framferðin hjá Nyrup var brutal og óstortlig. Hann mátti havt lært av bankamálinum, at soleiðis ber tað ikki til at fara við føroyingum. Harðarenda útspælið hjá honum fríggjadagin skaddi samráðingarnar, sigur hann við Sosialin.
? Føroyar eiga eina framtíð innan fyri ríkisfelagsskapin, men harða útspælið hjá Nyrup kann geva teimum, sum vilja taka loysing, enn størri undirtøku, heldur Per Stig Møller.
Neyðugt at samráðast
Per Stig Møller vil ikki gera viðmerkingar til innihaldið í útspælinum hjá Nyrup, men hann hevur at framferðini hjá danska forsætisráðharranum.
? Føroyingar komu við einum útspæli, og eg eri púra samdur við løgmanni í, at samráðingar síðani skulu vísa, hvat úrslit partarnir koma til. At Nyrup tekur eina avgjørda støðu, áðrenn samráðingarnar eru byrjaðar, er púra burtur við, heldur Per Stig Møller.
? Nyrup við í fyrsta lagi gjarna vísa seg sum ein sterkan mann, og í øðrum lagi vil hann helst hjálpa føroyska javnaðarflokkinum. Men mín meting er, at hann hevur gjørt støðuna verri, tí tað er einki at siga til, um enn fleiri føroyingar fara at ynskja at sleppa burtur úr ríkisfelagsskapinum við Danmark eftir slíka viðferð.
Vánalig byrjan
Per Stig Møller heldur, at stjórnin hjá Nyrup skal meta føroyingar sum frændur heldur enn fíggindar, og at samráðingar skulu vísa, um framtíðin hjá Føroyum er innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin.
? Hesar loysnir hava ymiskar treytir við sær, men tað er týdningarmikið, at tað verður gjøgnum samráðingar, at partarnir koma til eitt úrslit. Og at partarnir nú stríðast í fjølmiðlunum er prógv um, at samráðingarnar fingu eina sera vánaliga byrjan.
Og sambært Per Stig Møller er tað danski forsætisráðharrin, sum skal lastast fyri støðuna.