Kunna um fullveldi í donskum fjølmiðlum

Landsstýrið rindar internetavísini hjá Jyllands-Posten 15 túsund krónur fyri eina lýsing, ið vísir til fullveldisheimasíðuna hjá landsstýrinum

John Johannessen


Tey, ið lesa danskar avísir á internetinum hava helst lagt til merkis, at ein lýsing fyri føroyskum fullveldi av og á kemur til sjóndar ovast á breddanum á internetútgávuni av Jyllands-Posten.

Talan er um eina stóra lýsing, ið stendur beint við síðuna av blaðhøvdinum og tískil á dýrasta og besta lýsingaplássinum.

Frá lýsingadeildini hjá donsku avísini fáa vit at vita, at ein slík lýsing kostar 15 túsund krónur hvørja ferð hon er við.


Bert til kunning

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, heldur einki skeivt vera í at brúka pening til at kunna um fullveldisætlanina í Danmark.

? Vit skulu minnast til, at talan er um kunning og ikki um eina lýsingaherferð, sigur landsstýrismaðurin og vísir á, at lýsingin bert er eitt sokallað link, ið vísir til objektivu fullveldisheimasíðuna hjá landsstýrinum. Hetta merkir, at tá tú við músini klikkir á lýsingina, kemur tú inn á fullveldisheimasíðuna.

Landsstýrismaðurin vísir á, at avtalan við Jyllands-Posten er, at landsstýrið rindar 15 túsund krónur fyri lýsingina eina ferð. Talan er ikki um, at landsstýrið skal rinda fyri hvønn dag, lýsingin er á internetavísini.

At kunna við tíðindaskrivum, tíðindafundum og øðrum líknandi kring Danmark er nógv dýrari enn at kunna á internetinum fyri hesar 15 túsund krónurnar, er Høgni Hoydal sannførdur um.


Skulu hava atgongd til tilfar

Sambært Høgna Hoydal leggur landsstýrið ógvuliga stóran dent á, at vanligi borgarin, bæði í Føroyum og aðrastaðni, skal hava atgongd til alt alment tilfar í fullveldismálinum. Tí hevur landsstýrið fullveldisheimasíðuna, har allar frágreiðingar og útrokningar eru at finna.

? Trupulleikin í fullveldismálinum hevur júst verið vantandi kunning, og tað er hetta vit nú royna at betra um, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrið hevur eisini sokallað link til fullveldisheimasíðuna á lýsingabjálkanum hjá internetsosialinum.