Landsstýrið fer ikki at leggja eitt samráðingarúrslit, sum var so soltið, út til eina fólkaatkvøðu. Tað kom týðuliga til sjóndar, tá løgmaður, Anfinn Kallsberg, og Helena Dam á Neystabø, fingu henda spurningin. Løgmaður nevndi møguleikan at útsesta dagin fyri, nær fullveldi so skal koma í gildi.
Henda áskoðanin hjá umboðunum fyri Fólkaflokin og Sjálvstýrisflokkin kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tey eru ikki so viss í síni fullveldissøk »her og nú«. Tað hevur annars verið aðalmálið hjá samgonguni - at boða frá fullveldinum. Um tað so eisini merkir, at tann realistiski vongurin í hesum flokkum fær tala leiðslunar til rætiis, er ein annar spurningur.
Í tí sambandi er vert at minnast á, at Sjálvstýrisflokkuri hevur landsfund um vikuskiftið og á áskoðanina hjá Hilmari Kass fyri stuttum. Fyrrverandi leiðari Sjálvstýrisfloksins segði við Sosialin, at tilgongdin gekk alt ov skjótt. Hann helti meiri til kósina hjá Javnaðarflokkinum, sum ein stórur partur av sjálvsstýrisveljarunum letur til at taka undir við. Somu skrift hevur løgmaður helst eisini sæð og hoyrt, tí fólkafloksfólk eru alt annað enn fegin við víðgongdu fullveldisætlanina hjá landsstýrinum.
Tá hetta er sagt, skal kortini leggjast afturat, at talan er enn bara um fyrsta veruliga samráðingarfundin, og at langt er enn á mál. Hesuferð eydnaðist at fáa í lag samskifti millum partarnar, og tað kann enda við, at danska stjórnin fer at slaka bæði viðvíkjandi búskaparligari tillagingartíð og ríkisborgararættinum.
Hinvegin skal einaferð afturat sláast fast, at ein meiriluti - ella tann størsti minnilutin - vil heldur hava víðgongt sjálvsstýri í staðin fyri fullveldi. Spurningurin er tí, um politisku flokkarnir ikki skulu venda sær tann vegin og fáa eina breiða undirtøku fyri einum slíkum møguleika. Hvørki Tjóðveldisflokkurin ella loysingarparturin í Fólkaflokkinum hava nakað at missa, um vit velja eina stig fyri stig skipan, sum bæði Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin helst kunnu taka undir við.