hann eisini, at hetta var akkurát eftir ætlanini. - Vit royndu at leggja harðliga út og vísa teimum, at vit í øllum førum kundu fylgja teimum í kropsliga spælinum. - Og eg haldi eisini, at hetta riggaði [...] fyrimun av støðuni. Og tá vit at enda spurdu Fróða, hvørt hann var nøgdur um, at talan hevði verið um tapurt tap fyri Fraklandi, segði hann, at tað var hann ikki. - Eg haldi, at vit avgjørt høvdu møguleikan [...] teir ikki fáa sítt spæl at koyra, og tað ger sum okkara fortreytir betri. Og reyða kortið hjá Vieira vísir eisini, at teir vóru heilt frustreraðir. Og tit fingu eisini pláss at spæla á av tí sama? - Ja
leiklut í, at føroysku leikararnir ikki tóktust klárir, tá dysturin byrjaði, helt Súni, at tað var ikki talan um. - Eg haldi sjálvur, at menn tóktust vera klárir. Tað var kanska meira tað, at teir fáa sítt [...] effektivir. Eg haldi, at teir hava einar níggju upplagdar møguleikar, og teir skora so upp á einar seks av teimum. Og tá vit at enda spurdu Súna, um tað fór at verða tungt hjá føroyska liðnum at reisa seg, helt [...] svalligari, og Súni viðgekk eisini, at hetta hevði verð strævið. - Eg var rættiliga heitur. Eg haldi ongantíð, at eg havi spælt í slíkum hita fyrr. Einasta hjálpin var, at eg onkra tíð kundi sleppa mær í skuggan
hansara næstu menn høvdu givið boð um at pína teir iraksku fangarnar. Men nevndin sigur, at teir høvdu als ikki eftirlit við tí, sum hendi fangunum í Irak, og at tað sama er galdandi fyri fangar í Afghanistan [...] rðina. Har er niðurstøðan, at fangavørðarnir fóru út um mark, men sambært New York Times heldur tann óhefta kanningarnevndin, at so einfalt er málið ikki. Nevndin sigur, at eisini tann ovasta herleiðslan [...] hesum vísti dómarin aftur. Verjin vil vera við, at teir ákærdu hermenninir gjørdu ikki annað, enn teir høvdu fingið boð um. -Tað er láturligt at halda, at hesir hermenninir gjørdu nakað, sum leiðsla teirra
Løgreglan í Havn sigur, at tað altíð er nakað av herverki á bátar, men at teir ikki hava merkt nakran serligan vøkstur í júst herverki á bátar. ? Tað er javnan, at bátaeigarar melda herverk á bátin, men [...] ikki meiri enn vanligt, vil eg meta. Løgreglan merkir tó týðuliga, at herverk sum heild er farið at vinda uppá seg. Hildið verður, at tað eru ungdómar, sum ganga í leti um kvøldini og um næturnar, og ikki [...] tølunum vil eg tó meta, at bátarnir hava fingið góðan frið. Bilarnir harafturímóti, eru sera hart raktir. Tað tykist, sum tey ungu stuttleika sær við at ríva spegl og antennur av og at skøva bilarnar. Vit
Blaðútberingin hjá Prentmiðstøðini fer nú at víðka um sítt virksemið. Tað hevur við sær, at haldarar hjá Dimmalætting og Sosialinum í Klaksvík, sum hava postkassa, fara at fáa blaðið sama kvøld, sum tað er á [...] Ætlanin er so seinni at møguliga taka ein part av Eysturoynni eisini. Tað fylgja tó onkrar treytir við. Postkassi er ein, og tað skal somuleiðis vera lætt at ganga til húsini, umframt at týðulig áskrift um [...] um broyttu viðurskiftini. Hann sigur, at sum heild tóku tey væl undir við hesum. Hetta merkir, at tey koma at arbeiða nakað meira. Aðruhvørja viku ganga tey trý kvøld um vikuna og aðruhvørja tvey kvøld um
marra, sum fer at vara tríggjar vikur fram. Hjá eins nógvum húsharrum er talan tó um kanska størstu gleðina av øllum. Ein gleði, sum bara er tøk annað hvørt ár, tó at videotólið ger, at gleðisløturnar [...] Einki er at ivast í, at portugisar sjálvir elska fótbólt, og latínska blóðið fær ofta lyft spælið og spenninginum í hesum upp á eitt slíkt støði, har vit norður-europearar meira kølnir bara hyggja at, uttan [...] uttan veruliga at fata, hvat gongur fyri seg hjá hesum fólki. Eisini her í Sosialinum fara vit at fylgja við, hvussu leikur fer. Hvønn dag verða tíðindi at frætta frá kappingini. Smærri dystarfrásagnir standa
eg haldi, at hesir báðir dystirnir hava verið øðrvísi. Gejsturin og viljin at vinna vóru nakað heilt annað nú, so tað byrjar at líkjast. Vóru tit kanska eisini byrjaðar at ivast í egnari megi, undan dystinum [...] aftur reist seg, soleiðis at tær nú tykjast vera til reiðar at vinna ætlaða meistaraheitið heim til felagið. Eftir dystin hittu vit Unu Olsen á orði, og hon ásannaði eisini, at seinasta tíðin hevur verið [...] ikki megnað at motivera okkum nóg væl. Og hetta sæst eisini aftur. Sjálvandi vilja vit vinna, tá vit fara á vøllin, men onkursvegna vita vit jú kortini, at tað kortini ikki hevur so nógv at siga. Men eg
fríggjadag, so at hann ikki kundi hótta vitni enn meira. Ákæruvaldið umhugsar at kæra Tann 40 ára gamli maðurin er í fýra førum dømdur fyri harðskap, og í tveimum førum er eisini dømdur fyri at royna at ávirka [...] Meðan maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður, hevur hann úr fongslinum roynt at ávirka fyrrverandi unnustuna, soleiðis at hon ikki skuldi vitna móti honum. Millum annað hevði maðurin lænt eina fartelefon [...] fongslið. Fartelefonina nýtti hann so at ringja til fyrrverandi unnustuna, og hann hevur eisini smuglað hóttanarbrøv út úr fongslinum. Linda Hesselberg, ákæri, greiðir frá, at løgreglan bleiv varug við hetta
r fiska, var eitt sløð av svartkjafti at síggja, men ikki so mikið, at veiðan er lønandi við verandi ráfiskaprísi og verandi oljuprísi. Kristian Martin sigur, at russisku skipini lógu um 50-80 tons um [...] í løtuni, er ikki nógv at fara eftir. Veðrið hevur eisini verið rættiliga ólagaligt, og tí liggja bæði skipini hjá okkum í løtuni. Rossamakrelur Reiðarin sigur, at teir ætla at gera eina roynd aftrat um [...] um stutta tíð, og hann vónar, at skipini tá fara at raka við svartkjaft, sum loysir seg at fiska. Sum skilst á Kristian Martini, eru Finnur Fríði og Jupiter í løtuni í Norðsjónum, har teir royna eftir
ráðnum um at eta 200 - 300 g av fiski um vikuna · 1 av 20 fylgir ráðnum um at í mesta lagi 10% av orkuni eiga at koma frá sukri · 1 av 3 fylgir ráðnum um at í mesta lagi 30% av orkuni eiga at koma frá feitti [...] úrslitini vísa, at langt er eftir á mál, og at fleiri uttan iva hava harðliga brúk fyri Kostkumpassini. Talið av dønum, sum fylgja kostráðunum er nevniliga onki at reypa av · 1 av 4 fylgir ráðnum um at eta 600 [...] Máttloysi Á ein hátt er Kostkumpassin enn ein áminning um, at kostráðini, sum vit hava kent tey í mong ár, framvegis eru galdandi. Tað nýggja er, at Kumpassin savnar øll hesi ráðini um mat og rørslu í eini kumpass