Eitt ára fongsul fyri harðskap

Føroya Rættur dømdi hósdagin ein 40 ára gamlan mann eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap móti fyrrverandi unnustu síni og fyri at royna at hótta vitni.

Tann 40 ára gamli maðurin var ákærdur fyri í fleiri førum at hava sligið fyrrverandi unnustuna hjá sær, og í tí eina førinum var ákæran harðskapur av serliga grovum slag. Maðurin hevði nevnliga skallað unnustuna hjá sær, meðan hann var í fallhjálmi.

Royndi at ávirka úr fongslinum
Longu tann 30. oktobur í fjør var tann 40 ára gamli maðurin varðhaldsfongslaður fyri harðskap móti unnustuni hjá sær.
Meðan maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður, hevur hann úr fongslinum roynt at ávirka fyrrverandi unnustuna, soleiðis at hon ikki skuldi vitna móti honum. Millum annað hevði maðurin lænt eina fartelefon, sum ein annar fongslaður persónur hevði smuglað við sær inn í fongslið. Fartelefonina nýtti hann so at ringja til fyrrverandi unnustuna, og hann hevur eisini smuglað hóttanarbrøv út úr fongslinum.
Linda Hesselberg, ákæri, greiðir frá, at løgreglan bleiv varug við hetta síðst í farnu viku, og tí bleiv maðurin isolatiónsfongslaður seinasta fríggjadag, so at hann ikki kundi hótta vitni enn meira.

Ákæruvaldið umhugsar at kæra
Tann 40 ára gamli maðurin er í fýra førum dømdur fyri harðskap, og í tveimum førum er eisini dømdur fyri at royna at ávirka vitni.
Eftir at Føroya Rættur hósdagin dømdi mannin eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing, bað ákæruvaldið rættin um, at maðurin framhaldandi skuldi sita varðhaldsfongslaður, tí ákærin metti vanda verða fyri, at harðskapurin skuldi endurtaka seg. Hesum ynski gekk rætturin á møti, og tí situr tann 40 ára gamli framvegis handan rimar.
 Hetta er heldur sjáldsamt mál, og tað er ikki so ofta, at kvinnur, ið verða útsettar fyri slíkan harðskap, tora at standa fram. Tað gjørdi kvinnan í hesum førinum tó, og tað eigur hon rós fyri. Vit eru tó ikki heilt nøgd við dómin, og vit umhugsa avgjørt at kæra dómin, sum vit halda verða ov linan, greiðir Linda Hesselberg frá.