EM
Í dag klokkan 17.00 byrjar so marran hjá mongum húsfrúgvum. Ein marra, sum fer at vara tríggjar vikur fram. Hjá eins nógvum húsharrum er talan tó um kanska størstu gleðina av øllum. Ein gleði, sum bara er tøk annað hvørt ár, tó at videotólið ger, at gleðisløturnar kunnu heintast fram til meira enn bara minni soleiðis av og á.
Talan er sjálvandi um EM-endaspælið í fótbólti, sum næst eftir HM-kappingina man vera tað, sum allir fótbolts-elskarar leingjast eftir, og sum fyri eina tíð fær hesi at gloyma alt um tær skyldur, sum annars liggja á láni. Ja, hjá summum kann enntá húsfólkið annars og arbeiða glíða í bakgrundina hesar vikurnar.
Hesa ferð er tað so í Portugal, at kappingin skal haldast, og við slogan?inum, we love football, fær hetta ikki annað enn ljóðað lokkandi. Einki er at ivast í, at portugisar sjálvir elska fótbólt, og latínska blóðið fær ofta lyft spælið og spenninginum í hesum upp á eitt slíkt støði, har vit norður-europearar meira kølnir bara hyggja at, uttan veruliga at fata, hvat gongur fyri seg hjá hesum fólki.
Eisini her í Sosialinum fara vit at fylgja við, hvussu leikur fer. Hvønn dag verða tíðindi at frætta frá kappingini. Smærri dystarfrásagnir standa sjálvandi á skránni, umframt at tíðindini um skaðar, leikbann, klandur og gleði í ymsu EM-legunum eisini verður at síggja.
Og so er tað eisini stóra EM-spælið. Nú leygardagin er seinasta freist at tekna seg til kappingina, og so er annars at halda seg framat, ta´gitast skal um úrslitini í ymsu dystunum.
Í dagsins blað verður talan so um eina stutta gjøgnumgongd av ymsu bólkunum, og so er bara eftir at ynskja øllum eina góða EM-kapping.









