Kostkumpassin vísir veg

Tey átta kendu kostráðini eru nú savnað í nýggju Kostkumpassini. Kumpassin skuldi gjørt tað munandi lættari hjá fólki at navigera runt í frumskóginum av mat- og heilsuráðum

 
Seinastu tíðina hevur ein nýggjur ókeypis faldari verið at fingið á apotekum kring landið. Hetta er tann sokallaða Kostkumpassin, sum er eitt av nýggjastu átøkunum hjá danska Fødevarestyrelsen.
Máttloysi
Á ein hátt er Kostkumpassin enn ein áminning um, at kostráðini, sum vit hava kent tey í mong ár, framvegis eru galdandi. Tað nýggja er, at Kumpassin savnar øll hesi ráðini um mat og rørslu í eini kumpass, sum samstundis er ein vegleiðing í, hvussu fólk kunnu taka ráðini til sín.
Tá danski ráðharrin í familju- og brúkaramálum, Lars Barfoed, legði Kostkumpassina fram herfyri, segði hann millum annað soleiðis
- Tá tað ræður um kostráð, hava vit brúk fyri einum einfaldum boðskapi, sum fólk skilja. Danir líða av máttloysi mótvegis kostráðum, tí tað er vorðið alsamt fløktari at velja ímillum, hvørjum av teimum sokallaðu kostserfrøðingunum og skiftandi kostrákunum í fjølmiðlunum, tú skalt lurta eftir. Tað er hetta, Kostkumpassin skal bøta um.
Lítið at reypa av
Granskarar kanna støðugt matvanarnar hjá fólki. Nýggjastu úrslitini vísa, at langt er eftir á mál, og at fleiri uttan iva hava harðliga brúk fyri Kostkumpassini.
Talið av dønum, sum fylgja kostráðunum er nevniliga onki at reypa av
· 1 av 4 fylgir ráðnum um at eta 600 g av frukt og grønmeti um dagin
· 1 av 10 fylgir ráðnum um at eta 200 - 300 g av fiski um vikuna
· 1 av 20 fylgir ráðnum um at í mesta lagi 10% av orkuni eiga at koma frá sukri
· 1 av 3 fylgir ráðnum um at í mesta lagi 30% av orkuni eiga at koma frá feitti
· Umleið helvtin av vaksnum dønum eru ov feitir
· Mett verður, at 1 av 4 røra seg so lítið, at tað gongur út yvir heilsuna og trivnaðin
Kelda: Fødevarestyrelsen