Løgreglan í Havn sigur, at tað altíð er nakað av herverki á bátar, men at teir ikki hava merkt nakran serligan vøkstur í júst herverki á bátar.
? Tað er javnan, at bátaeigarar melda herverk á bátin, men vit hava ikki merkt nakra herverksrøð á bátar, sum so, sigur løgreglan. ? Tað hava verið nakrar fráboðanir í seinastuni, men ikki meiri enn vanligt, vil eg meta.
Løgreglan merkir tó týðuliga, at herverk sum heild er farið at vinda uppá seg. Hildið verður, at tað eru ungdómar, sum ganga í leti um kvøldini og um næturnar, og ikki vita hvat tey skulu gera, sum oyðileggja.
? Tað gongur næstan ikki dagur, har vit ikki fáa onkra fráboðan um herverk. Í samlaðu tølunum vil eg tó meta, at bátarnir hava fingið góðan frið. Bilarnir harafturímóti, eru sera hart raktir. Tað tykist, sum tey ungu stuttleika sær við at ríva spegl og antennur av og at skøva bilarnar. Vit hava tó ikki sett nakran stóran offensiv inn ímóti herverki, tí møguleikin fyri at fanga tey seku, er so ógvuliga lítil, sigur løgreglan.
Av tí, at tey fyri tað allar mesta gera herverk um næturnar, er møguleikin nærum eingin at finna tey, tá ið meldað verður dagin eftir. Tá eru tey jú langt síðani farin.
Løgreglan ásannar, at tað sjálvsagt er sera harmiligt, og at tað kostar nógv hjá teimum, ið verða rakt.
? Fólk eru sjálvsagt altíð meiri enn vælkomin at seta seg í samband við okkum, og vit gera tað, vit kunna. Men tey skulu vita, at lítið og einki kann gerast við hetta. Havnin vil so fegin vera sum stórbýirnir, og hetta er í allarhægsta grad eitt stórbýarfenomen. Hetta er heilt einfalt slíkt, sum hendir, er seinasta viðmerkingin frá løgregluni.