Síðani myndirnar av irakskum fangum og amerikonsku fangavørðum teirra fóru um allan heimin í apríl, hava amerikanararnir skipað fyri fleiri kanningum fyri at fáa staðfest, hvat hendi, og hvør hevði ábyrgdina.
Tann frágreiðingin, sum verður hildin at vera tann týdningarmesta, er nú liðug. Ein óheft nevnd við fyrrverandi verjumálaráðharranum James Schlesinger á odda kemur sambært New York Times til ta niðurstøðu, at leiðandi persónar í Pentagon og amerikonsku herleiðsluni medvirkaðu til tað, sum hendi í Abu Ghraib.
Nevndin sigur ikki beinleiðis, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, ella hansara næstu menn høvdu givið boð um at pína teir iraksku fangarnar. Men nevndin sigur, at teir høvdu als ikki eftirlit við tí, sum hendi fangunum í Irak, og at tað sama er galdandi fyri fangar í Afghanistan.
Um generalin Ricardo Sanczhes, sum var ovasti í Irak um tað mundið, sigur nevndin, at hann fór alt ov lætt um frágreiðingarnar, sum hann fekk um fangapíningina í Abu Ghraib. Sambært Washington Post er generalurin eisini fyri hvøssum atfinningum í einari aðrari frágreiðing, sum ætlandi skuldi almannakunngerast í gjár.
Amerikanska herleiðslan hevur eisini gjørt sínar kanningar í sambandi við fangaviðferðina. Har er niðurstøðan, at fangavørðarnir fóru út um mark, men sambært New York Times heldur tann óhefta kanningarnevndin, at so einfalt er málið ikki. Nevndin sigur, at eisini tann ovasta herleiðslan sveik.
Syndabukkur
Higartil eru sjey amerikanskir hermenn ákærdir fyri at hava farið illa við irakskum fangum. Verjin hjá einum teirra kravdi týsdagin, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, skal vitna í málinum, men hesum vísti dómarin aftur. Verjin vil vera við, at teir ákærdu hermenninir gjørdu ikki annað, enn teir høvdu fingið boð um.
-Tað er láturligt at halda, at hesir hermenninir gjørdu nakað, sum leiðsla teirra ikki hevði góðkent frammanundan, sigur verjin, Guy Womark, við New York Times.









