Frustreraðu Vieira & Co.

Taktikkurin hjá føroyska miðvøllinum eydnaðist til fulnar, tá teir við hørðum kropsligu spæli megnaðu at stressa fronsku stjørnurnar

fótbóltsprát

Fróði Benjaminsen var saman við hinum báðum á sentrala miðvøllinum kanska størsti orsøkin til, at fraklendingarnir vórðu tiknir so á bóli fyrstu løtuna. Við knallhørðum tacklingum runt allan miðvøllin vístu teir í øllum førum alt fyri eitt, at Frakland ikki skuldi vænta sær nakað ókeypis. Og eftir dystin staðfesti hann eisini, at hetta var akkurát eftir ætlanini.
- Vit royndu at leggja harðliga út og vísa teimum, at vit í øllum førum kundu fylgja teimum í kropsliga spælinum.
- Og eg haldi eisini, at hetta riggaði. Teir gerast nakað frustreraðir, tá teir ikki fáa sítt spæl at koyra, og tað ger sum okkara fortreytir betri. Og reyða kortið hjá Vieira vísir eisini, at teir vóru heilt frustreraðir.
Og tit fingu eisini pláss at spæla á av tí sama?
- Ja, tað haldi eg. Serliga eftir reyða kortið haldi eg, at vit eru minst líka góðir sum teir, men so sýna teir, hvussu effektivir teir eru. Eitt sindur spell við hasum málinum eisini, tí hóast off-side reglurnar loyva tí, so fær Cissé jú ein fúlan fyrimun av støðuni.
Og tá vit at enda spurdu Fróða, hvørt hann var nøgdur um, at talan hevði verið um tapurt tap fyri Fraklandi, segði hann, at tað var hann ikki.
- Eg haldi, at vit avgjørt høvdu møguleikan. Serliga tá tað var 1-0, var dysturin framvegis opin, og eisini eftir 2-0 málið hava vit tveir risa-møguleikar. Vit høvdu bara ikki tann seinasta neyvleikan, og so fingu vit heldur ikki hatta brotssparkið, sum eg helt okkum eiga. So tað er eitt sindur hart, einki stig at hava fingið.
Men tann parturin verður kanska betri næstu ferð?
- Tað vóni eg. Tað verða sjálvandi tvær truplar uppgávur, men eg trúgvi uppá tað, og vit vilja og skulu hava stig burtur úr dystinum, staðfesti Fróði Benjaminsen at enda.