nøktandi tænastustøðið allastaðni í landi okkara. Nú tað stundar til býráðsval, er hetta eisini eitt høvi at umrøða teir yvirskipaðu karmarnar um kommunubygnaðin í Føroyum. Grundleggjandi haldi eg, at ko [...] kommunurnar hava yvirtikið frá landinum. Tíðirnar skifta og raka landspartar ymiskt Í løtuni er hákonjunkturur, og tí eru flestu øki í landinum væl væl fyri fíggjarliga, men vit vita av royndum, hvussu skjótt tíðirnar [...] javningarskipan, soleiðis at niðurgongdin í ymsu landspørtunum ikki rakar so meint, tá ið tíðirnar einaferð skifta. Tað eru fleiri viðurskifti, sum tala fyri at seta í verk javningarskipanir millum kommunur
Føroyar vunnu á Íslandi í mars mánaði í fjør. Einsamallur eftir Sjálvur hevur Símun havt ein langan steðg heima í Føroyum, tí hann kom heim í heyst, tá Føroyar spældu seinastu dystirnar í HM-undankappingini [...] fótbóltsfelagnum í Keflavík, sum endaði á sjeynda plássi í landskappingini og náddi hálvfinalurnar í steypakappingini, gjørdi tað ikki mun hjá Símuni Samuelsen, sum kortini fekk víst, hvør dugur er í honum. Millum [...] síni bestu ítróttarfólk. Valt var millum tey gott og væl 2.000 íðkandi í Keflavík, Sandgerði, Njarðvík og Garði – og tey kundu í øllum førum erpa sær av, at tíggjundahvørt av hesum ítróttarfólkunum var
Eidesgaard. Munur á tilboðum Sum dømi um munin á rentum í Føroyum og uttanlands, nevndi landsstýrismaðurin, at hann fyrrakvøldið datt fram á ein tíðindastubba í donskum miðlum, sum greiddi frá, at BRF-Kredit nú [...] greiddi Jóannes Eidesgaard frá á undir orðaskiftinum í gjár. Kappingarráðið kannaði málið Fyrst í ár ætlaði Kappingarráðið at fara undir at kanna støðuna í fíggjargerianum, har hyggjast skuldi upp á ymisk [...] Nybo rogvi@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tykist alt annað enn fegin um, hvussu marknaðarmekanisman virkar í fíggjargeiranum, tá talan er um fígging av húsalánum. »Eg skal
heilum felag – í hesum fyri hjá JFK- Trol í Klaksvík, leggur landsstýrismaðurin aftrat. Hann sigur, at málið um Skálaberg bendir á, at skip regulert kunnu verða stjolin fyri bagatellir. - Í altjóða havr [...] noyðist til havrættardómstólin í Hamburg við málinum. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, segði herfyri, at er eingin loysn fingið innan týsdagin, sum er í morgin, verður farið til Hamburg [...] ikki verið vanligt í samstarvinum millum Føroyar og Rusland at boða frá, hvørji skip fiska tillutaðu kvotuna – bara kvotan ikki er uppfiskað. Hetta hevur heldur ikki verið vanligt í samstarvinum millum
in við, hvat ein roynd í veruleikanum gevur næminginum, og hvat lærarin kann brúka útslitið til. Vit hava sum so ongantíð kjakast um, hvørja skúlaskipan vit skulu hava í Føroyum. Tó mugu vit ásanna, at [...] fólkaskúlin í mong ár hevur tørvað eitt livandi kjak um, hvussu føroyska skúlaskipanin skal síggja út og greið faklig mál, sum eru felags fyri alt landið, himpraðist visjónsnevndin ikki at siga, at í 2015 skal [...] mál at arbeiða eftir. Best í 2015 Fólkaskúlin er partur av politisku skipanin, og tí eru politisku signalini og almenna virðingin fyri skúlaskapi so ótrúliga neyðug. Tað, sum í stóran stíl er ørkymlandi
eru ósamdir, er í stuttum grundleggjandi hugburðsmunurin til verulig og virkandi vinnulívsfólk Í míni fyrstu grein, “Fastølntir frøðingar og verulig vinnulívsfólk”, snúðið skrivingin seg í stuttum um: “Ferð [...] karmar at virka í”. Er svarið sjálvandi ja! Tá hann í øðrum lagi spyr, um eg, “vil lata marknaðarkreftirnar ráða, ótarnaðar av órættvísari viðferð av vinnufólk, sum av tilvild ikki eru í fiskivinnuni og [...] at undrast á”! – Síðani hevur Teitur Vágadal í fleiri umførum gjørt viðmerkingar og sett spurningar. At greinskrivarin heldur á at seta spurningar, sum eg í greinum mínum havi svarað, ger hugburðsmunurin
Fleiri føroyingar eru í hesum døgum og ferðast í Bulgaria, nærhendis flogvøllinum Burgas, har ein bumba fyrr í vikuni brast í einum bussi, sum skuli flyta ísraelsk ferðafólk av flogvøllinum inn á hotell [...] eru nógvir føroyingar har um leiðir, sum flogvøllurin í Burgas liggur. - Her eru nógvir føroyingar, og summmir fara heim í dag, aðrir skulu heim í morgin. Flogvøllurin hevur veirð stongdur, men er nú latin [...] fleiri særd. Sosialurin hevur tosað við Høgna Hoydal, sum ferðast í Bulgaria, og kom um flogvøllin og skal heim aftur um sama flogvøll í morgin. - Vit eru stødd einari 30-40 kilometrar frá Burgas flogvøllinum
nakrar ferðir uttanlands um árið, men tað er sum oftast í arbeiðsørindum. Hvat er besta frítíðarmál tú hevur vitjað? Vit vóru í Lalandia í Billund í fjør, og tað var sera hugnaligt. Har var alt á sama stað [...] summarið. Summarið í Føroyum er fantastiskt, ikki orsakað av veðrinum, men tað er tíðin, tá fólk koma heim, tú hevur festivalar og stevnur. Føroyar er eitt fantastiskt land at ferðast í eisini, so summarið [...] míni børn, mína familju. Tað er nummar eitt í mínum lívi, og eg eri harmur um ikki at hava meiri tíð til dreingirnar og konuna. Hvat fekk teg at fara upp í býráðspolitikk? Tað var tí eg helt, at eg kundi
javna niðurgangandi kurvu í nógvum teimum seinastu veljarakanningunum, og tað kemst fyri ein stóran part av, at sambandsvongurin í flokkinum var ónøgdur við, at flokkurin fór upp í CHE-samgonguna, sigur Dennis [...] undirtøku í hesi veeljarakanningini. - Javnaðarflokkurin hevur staðið fyri nøkrum óhepnum hendingum. Eitt nú legði Jóannes Eidesgaard á landsfundi floksins upp til at skipa blokkpolitikk í Føroyum, har Javnaðurin [...] Tað, sum mest loypir í eyguni í hesi veljarakanningini, sum Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og stjóri á Granskingardeplinum, og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur hava staðið fyri, er stóra lopið, sum
sum greiningin hjá Jóannes Hansen í vikuskiftisblaðnum eisini vísti: Tann flokkurin, sum vinnur valið í Havn, hann vinnur eisini valið í Føroyum. Í Havn eru so nógvar atkvøður at fara [...] næsti maður ella kvinna á listanum úti í valdømunum, tí fór eitt av tingfólkunum í til dømis Suðuroy í landsstýrið, so var tað næsta fólk á listanum í Suðuroy, sum tók sæti á tingi. Nú er [...] Holm, samfelagsfrøðingurin, segði í útvarpinum í gjár, at tað er ikki eins spennandi hjá fólki har at stilla upp, sum tað var fyrr. Tá landið var býtt í sjey valdømi, tá var tað eisini spennandi