CHE hevur kostað Javnaðarflokkinum

Stóra orsøkin til vánaligu veljarakanningina hjá Javnaðarflokkinum er, at sambandssinnaðu javnaðarveljarar ikki góðtóku, at flokkurin var við í CHE-samgonguni, og saman við óhepnum gerðum hjá formanninum ger hetta, at Javnaðarflokkurin ikki hevur fótað sær enn, heldur Dennis Holm, samfelagsfrøðingur.

Tað, sum mest loypir í eyguni í hesi veljarakanningini, sum Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og stjóri á Granskingardeplinum, og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur hava staðið fyri, er stóra lopið, sum Sambandsflokkurin ger.
Heili 10,1% fer flokkurin fram, men sambært Dennis Holm er tað ikki so nógv tað, sum Sambandsflokkurin hevur gjørt rætt, ið flytir veljararnar, men heldur tað, sum Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt skeivt.
- Javnaðarflokkurin hevur havt eina javna niðurgangandi kurvu í nógvum teimum seinastu veljarakanningunum, og tað kemst fyri ein stóran part av, at sambandsvongurin í flokkinum var ónøgdur við, at flokkurin fór upp í CHE-samgonguna, sigur Dennis Holm.
Men hetta er kortini ikki einasta orsøkin til, at flokkurin fær so lítla undirtøku í hesi veeljarakanningini.
- Javnaðarflokkurin hevur staðið fyri nøkrum óhepnum hendingum. Eitt nú legði Jóannes Eidesgaard á landsfundi floksins upp til at skipa blokkpolitikk í Føroyum, har Javnaðurin skuldi verða reyði parturin, og verður tulkað sum ein fríggjan til Tjóðveldi. Og tað hóvar ikki sambandsvonginum í flokkinum, sigur Dennis Holm.
Í triðja lagi vísir samfelagsfrøðingurin á, at tað var Jóannes Eidesgaard, ið stóð á odda fyri lønarsamráðingunum, og sum harvið kveistraði semingsuppskotið av borðinum, sum gav alment løntu somu lønarhækkan sum teimum privatu.

Ófriður kostar
Tað er tó ikki bert Javnaðarflokkurin, sum missir veljarar til Sambandsflokkin.
- Tað hevur verið nógvur ófriður í Fólkaflokkinum seinastu tíðina. Poul Michelsen stakk í sekkin og rýmdi úr flokkinum, og tað skapti ein ófrið, har eisini aðrir politikarar innanfloks vístu ónøgd, sigur Dennis Holm.
Hann heldur eisini, at málini móti Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard, hava havt ávirkan á veljarakanningina hesaferð.
- Sami tendensur sæst í Fólkaflokkinum sum í Javnaðarflokkinum bert við tí muni, at hjá Fólkaflokkinum eru tað borgarligu veljararnir, sum flyta til Sambandið, sigur Dennis Holm.
Hann heldur, at orsøkin til at Sambandsflokkurin tekur so nógv frá Javnaðinum og Fólkaflokkinum er, at tað er minst ófriður har.
- Tað er meiri hetta enn nakað ítøkiligt, sum Sambandsflokkurin hevur gjørt, sum hevur ført til framgongdina, sigur Dennis Holm.
Veljarakanningin vísir annars, at Sambandsflokkurin gongur nágreiniliga líka nógv fram, sum Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin ganga aftur til samans, og tað hevur samstundis ført til, at Sambandsflokkurin í veljarakanningini er størri enn Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin tilsamans.

Ikki val nú
Hendan veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin er tvær og eina hálva ferð so stórur sum Javnaðarflokkurin, og næstan tvífalt so stórur sum Fólkaflokkurin.
- Spurningurin er so, um hetta merkir eina grundleggjandi broyting innan føroyskan politikk, har vit fara frá at hava fýra rímiliga líka stórar flokkar og tveir smáar, til at hava tveir stórar, tveir miðalstórar og tveir smáar, sigur Dennis Holm.
Hettar skapar eisini møguleikar fyri nýggjum samansetningum í føroyskum politikki og reisir spurningin, hvussu styrkissamansetingin verður.
Hinvegin er ilt at meta um, antin hetta verður støðan til eitt komandi val.
- Veljarakanningin gevur greiðar ábendingar um, hvussu politiska støðan er nú, men tað er long tíð til januar 2012, og nógv kann henda áðrenn tað. Eitt nú skulu fíggjarkarmarnir fyri 2012 leggjast í vár, og tað gevur greiðar ábendingar um, hvønn politikk, flokkarnir ætla sær at føra, sigur Dennis Holm.
Hann væntar ikki, at val verður nú, men hinvegin heldur hann, at várið verður turbulent.
- Fíggjarlógarviðgerðin er jú flutt frá um heystið til um várið, og tað verður uttan iva ein tungur burður at fáa fíggjarlógina upp á pláss, metir Dennis Holm.
Hendan veljarakanningin er gjørd á tann hátt, at ávísar teldupost adressur eru útvaldar, síðani hevur telduposteigarin fingið eina leinkju sendandi, har hann kann fara inn av svara spurningum. Hetta er bert møguligt at gera einaferð, og hendan møguleikan at svara hava 434 veljarar nýtt.