Hvussu trívist tú í nýggja starvinum?
Hetta er eitt ótrúliga spennandi og fjølbroytt starv, hetta er so nær upp á dreymastarvið, sum tú kanst koma við nógvum spennandi fólki rundan um.
Saknar tú at arbeiða við ungdóminum?
Nú er so stutt fráliðið, men nú eri eg so heppin, at so nógv ung fólk ganga uppi í SMS. Men reint pedagogiskt so sakni eg tað ikki, tú nú er tað hetta her, sum eg fokuseri upp á.
Røkkur tíðin til at røkja bæði starvið og politikkin?
Tíðin røkkur altíð til at røkja starvið her í SMS, men tá tað kemur til tað politiska, so nei, og tí verður tann parturin niðurraðfestur. Annað ber ikki til, tí tað politiska lívið fyllir so nógv, at tað saktans kundi verið eitt fulltíðarstarv burturav. So politiska starvið verður nummar trý, tí familjulívið kemur framum.
Fær familjan nóg nógva tíð?
Skal eg vera púra erligur, so sigi eg nei, men eg arbeiði dag og dagliga við at vera tilvitaður um tað. Eg royni at finna ta tíðina, sum skal til, men tað er ein ring samvitska, sum plágar, og tíðin kundi verið meiri.
Hvat harmast tú mest um, ikki at hava tíð til?
Tað eru míni børn, mína familju. Tað er nummar eitt í mínum lívi, og eg eri harmur um ikki at hava meiri tíð til dreingirnar og konuna.
Hvat fekk teg at fara upp í býráðspolitikk?
Tað var tí eg helt, at eg kundi gera ein mun, og tí eg hevði nakrar verkætlanir gangandi, har eg helt, at kommunan ikki gjørdi tað nóg væl. So eg hugsaði: Lat meg fara upp í politikk, og lat meg broyta nøkur ting. Hartil haldi eg, at eg havi nokk so nógv at geva, bæði innan mentanarliga økið, innan barna- og ungdómsøkið og innan vinnu eisini. Vinnulívið í Havn kundi havt ein profil í kommunalpolitikki.
Hevur tú ambitiónir um at gerast borgarstjóri?
Tað kundi verið stuttligt at roynt tað, men ikki beint nú. Um tvey, trý ár so kanska. Tað veit man aldrin.
Hvat er týdningarmesta mál at fáa framt, táðrenn valskeiðið er av?
Tað dugi eg ikki heilt at siga, men eg haldi, at Hoyvíkin burdi fingið nøkur ting, so handilslívið og mentanarlívið høvdu meira at bjóða. Tað er for lítið har uppi, so eg kundi hugsa mær, at gjørt nøkur ítøkilig ting, fyri at betra um trivnaðin. Eg skal ikki siga, at tað er tað mest týdningarmikla, men tað er í hvussu er nakað, ið liggur frammarliga í mínum tonkum.
Stillar tú upp aftur?
Tað havi eg ikki tikið støðu til. Tað er nakað, eg má tosa við konuna um.
Hvør er besta árstíðin?
Tað er summarið. Summarið í Føroyum er fantastiskt, ikki orsakað av veðrinum, men tað er tíðin, tá fólk koma heim, tú hevur festivalar og stevnur. Føroyar er eitt fantastiskt land at ferðast í eisini, so summarið er avgjørt besta árstíðin fyri meg.
Ferðast tú nógv?
Nei, alt ov lítið. Eg kundi hugsa mær at ferðast tvífalt so nógv. Sjálvandi, eg eri nakrar ferðir uttanlands um árið, men tað er sum oftast í arbeiðsørindum.
Hvat er besta frítíðarmál tú hevur vitjað?
Vit vóru í Lalandia í Billund í fjør, og tað var sera hugnaligt. Har var alt á sama stað, og sum barnafamilja er tað sera gott at kunna gera alt á sama stað.










