Jógvan við Keldu
-----
Orsøkin til, at greinskrivarin ikki góðtekur míni svar og at vit eru ósamdir, er í stuttum grundleggjandi hugburðsmunurin til verulig og virkandi vinnulívsfólk
Í míni fyrstu grein, “Fastølntir frøðingar og verulig vinnulívsfólk”, snúðið skrivingin seg í stuttum um: “Ferð eftir ferð at kalla okkara vinnulívsfólk, reiðarar og politiska systemið fyri korrupt, uttan at Vinnuhúsið ger bart, er at undrast á”! – Síðani hevur Teitur Vágadal í fleiri umførum gjørt viðmerkingar og sett spurningar.
At greinskrivarin heldur á at seta spurningar, sum eg í greinum mínum havi svarað, ger hugburðsmunurin, at hann góðtekur ikki svarini.
Spyr uttan mið og mál
Tá hann aftur spyr, um eg “vil virða alla vinnuna, so at hon, øll sum hon er, kann fáa líka karmar at virka í”. Er svarið sjálvandi ja!
Tá hann í øðrum lagi spyr, um eg, “vil lata marknaðarkreftirnar ráða, ótarnaðar av órættvísari viðferð av vinnufólk, sum av tilvild ikki eru í fiskivinnuni og ikki hava FINGIÐ eitt fiskiloyvi”, er hetta tendensiøsur spurningur uttan mið og mál, og vísi tí til mína grein undir heitinum: “Tá hugburðsmunurin gerst ov stórur”, har eg sigi:”Í Føroyum er frælsi til at gera júst tað ein ætlar, okkara fólk skulu bara hava vilja, áræði, dirvi, evni, arbeiðssemi, visjónir – ikki bara dreymar! – Teir buðu seg til, tá tíð var!
Eri fyri frælsi - ímóti trælkandi bureaukratii
Lat meg síðani einaferð enn gera greitt, at eg eri ímóti at tað almenna skal gevast loyvi at selja fiskiloyvi til hægsbjóðandi fyri at fáa meiri í landskassan og við tí tyngja “óneyðugt” um vinnulívið. Eri ímóti uppboðssølu av fiskatilfeinginum, fyri at landskassin skal hava meiri pening til at økja landskassaraksturin, sum er søkkandi luxuslinarin “Titanic” á veg í óføri, sum øll lond uttanum okkum hava givið sær far um. Eri ímóti uppaftur meiri trælkandi bureaukratii.
Eri fyri, at teir sum ígjøgnum tíðirnar hava tikið upp- og niðurgongdartíðir, hava barst seg ígjøgnum skiftandi tíðir sleppa at varðveita síni fiskiloyvi – so leingi tey eru í aktivum fiskiskapi, soleiðis at peningastovnarnir vita og kenna tey aktiv teir lána pening til. – Latið tað fáa frið sum virkar, og allarhelst ikki fer at virka betur við broyting.
Eri ímóti – harðliga ímóti - at frøðingar, sum alment kalla okkara arbeiðssama vinnulívsfólk, reiðarar og politiska systemið fyri korrupt, kraddarar, geilatíkar og koma við fleiri ógrundaðum illgitingum, sleppa við tí framíhjá rætti at vera serfrøðingar og ráðgevarar í okkara dygt goldnað kringvarpi og harvið sleppa ótespuligt at tilonkisgera og mistonkiliggera okkara vinnulívsfólk og við hesum upparbeiða øvundina, sum etur seg upp ígjøgnum samfelagið. Tað kemur so væl til sjóndar í framdum skrivingum. Men sum ein segði so væl: “Hvør dugnaligur journalistur fer at search’a ein góða søgu til avlívs”!
Hugburðsmunurin einaferð enn
Summa sumarum – alt í alt – so snýr tað seg um, at hugburðurin hjá mær er, at eg til eina og hvørja tíð skilji og havi sæð týdningin av okkara vinnulívsfólki, reiðarum og manningum, sum eg síggi upp til, ið fremja okkara útflutning har fiskurin er 95% av heildini, sum eg síggi dagliga, meðan Teitur Vágadal konsentrerar seg um, at tað eru teir skeivu, sum ídag hava fiskiloyvini og tí vil hava onnur “røtt” inn.
Hetta er reint droymaralív, sum bara kann verða skorðað undir av blindum ópraktiskum frøðingum, og sum ger, at okkara land ikki kemur víðari – sum fyrr nevnt – av berari smáborgarligheit av leikum og ikki minst lærdum, sum tíverri ofta ger seg serliga galdandi í lítlum landi!