Eg havi sjálvur verið skeptiskur til at flyta inntøkur millum kommunur, tí slíkar skipanir kunnu taka burtur áhugan at leggja kommunur saman í størri og kappingarførari eindir, og eisini tí eg haldi, at tann einstaka kommunan hevur ábyrgd av at skapa karmar um inntøku¬skapandi virksemi – men samstundis er tað ein felags ábyrgd hjá okkum øllum at tryggja øllum kommunum eitt minimums inntøkugrundarlag kring alt landið, og tí meti eg, at tíðin er búgvin at umhugsa og fyrireika eina javning millum kommunur, sum tryggjar eitt nøktandi tænastustøðið allastaðni í landi okkara.
Nú tað stundar til býráðsval, er hetta eisini eitt høvi at umrøða teir yvirskipaðu karmarnar um kommunubygnaðin í Føroyum. Grundleggjandi haldi eg, at kommunuskipanin støðugt hevur ment seg hesi 20 árini, eg havi virkin í kommunupolitikki, bæði við at kommunurnar hava ment sínar tænastur til borgaran og karmarnar til vinnuna. Kommunurnar hava eisini styrkt sína fíggjarstýring, og ikki minst hava tær yvirtikið málsøki frá landinum og víst í verki, at tær eru munandi betri enn landið til at taka sær av borgaravendum uppgávum.
Kommunusamanleggingar eru eisini framdar, sum hevur gjørt økini kring landið sterkari og betur før fyri at átaka sær fleiri málsøki. Her er tó ikki komið á mál. Samanleggingar henda framvegis, men eg vildi sjálvur ynskt, at tað hendi meira á hesum øki, so vit fingu enn sterkari kommunalar eindir.
Samanumtikið er gongdin sostatt rætta vegin, tí tað er eingin ivi um, at okkara borgarar í dag fáa eina betri tænastu frá kommununum, bæði innan tey øki, sum kommunurnar alla tíðina hava umsitið, og ikki minst er hetta galdandi innan tey málsøki, sum kommunurnar hava yvirtikið frá landinum.
Tíðirnar skifta og raka landspartar ymiskt
Í løtuni er hákonjunkturur, og tí eru flestu øki í landinum væl væl fyri fíggjarliga, men vit vita av royndum, hvussu skjótt tíðirnar kunnu skifta, og at kreppur sum oftast raka ymiskt frá øki til øki. Tí er kanska júst nú rætta løtan at fyrireika og lýsa eina javningarskipan, soleiðis at niðurgongdin í ymsu landspørtunum ikki rakar so meint, tá ið tíðirnar einaferð skifta.
Tað eru fleiri viðurskifti, sum tala fyri at seta í verk javningarskipanir millum kommunur. Eitt nú hevur felagið Tign seinastu tíðina ávarað um, at øll øki í landinum eru ikki eins væl fyri fíggjarliga, og at vandi tí kann vera fyri, at tænastustøðið á eldraøkinum ikki verður eins høgt í øllum pørtum av landinum. Tí metir Tign, at ein lóggáva eigur at tryggja okkara eldru borgarum sama tænastustøði, sama hvar tey búgva.
Eisini verður í løtuni arbeitt landspolitiskt við at áleggja vinnuni tilfeingisgjøld, og hóast vit ikki enn vita, hvussu henda ætlan fer at raka vinnuna í ymsu økjunum, so er stórur møguleiki fyri, at kommunurnar á vinnuplássunum kring landið fara at verða fíggjarliga raktar av hesum. Um so verður, fer hetta bara at økja um tørvin á einari javningarskipan millum kommunurnar, har tær ríkaru lata burturav til tær fátækaru kommunurnar. Landskassin kann vera líkaglaður, men eg má gera vart við, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri hava skyldu til eisini at hugsa um, hvussu eitt slíkt gjald fer at raka og skeikla inntøkubýtið millum kommunurnar og økini kring landið. Eg havi mangan ávarað um vandan í einum løgtingsvaldømi – vónandi er tað ikki ein forðing fyri, at løgtingið vil handlað í einum slíkum máli.