Fíggjarmálaráðharrin leggur bankar undir kartellvirksemi

Jóannes Eidesgaard heldur tað verða merkisvert, sum bankarnir í Føroyum vita væl av hvørjum øðrum, og sum renturnar líkjast nógv. – Ótrúliga nógv talar fyri, at kapping millum peningarstovnarnar manglar, sigur hann

Kapping

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tykist alt annað enn fegin um, hvussu marknaðarmekanisman virkar í fíggjargeiranum, tá talan er um fígging av húsalánum.

»Eg skal ikki siga tað, at mann hevur avtalu innanhýsis, men onkursvegna upplivir man peningastovnarnar, sum at teir liva øgiliga væl við hvør ørðum, og vita væl av, hvussu hvør annar handlar. Tann sama varhugan, sum vit ofta hava rundanum oljufeløgini, at tá tað snýr seg um oljuprísin, so er tað meir ella minni eitt forstáilsi um, at oljuprísirnir altíð eru júst teir somu upp á oyrað.«

Júst soleiðis fullu orðini hjá landsstýrismanninum av Tingsins røðarapalli, tá Løgtingið í gjár viðgjørdi roknskapin hjá Húsalánsgrunninum, og komið var inn á framtíðarætlanirnar við Húsalánsgrunninum.

Landsstýrismaðurin staðfesti, at eftir at Løgtingið hevur havt fund við Felagið føroyskir Peningastovnar, so er hann ikki í iva um, at tingmenn onkursvegna fingu staðfest, at er tað nakað, føroyskir peningastovnar avgjørt hava brúk fyri, so er tað at fáa kapping.

- Mann hevði líkasum varhugan av, at tingini vóru rættiliga væl avstemmaði, hvørfall millum teir báðar stóru peningastovnarnar, um bæði rentupolitikk, holdningar mótvegis almennum ætlanum og so framvegis, staðfesti fíggjarmálaráðharrin.


Desperatión

Orðaskiftið um kappingina, ella mangulin upp á sama, millum peningastovarnar tók seg upp í samband við at tosað varð um Húsalánsgrunnin og ætlaðu broytingarnar við Húsalánsgrunninum, soleiðis at hann kann veita bílig orkusparandi lán til sethúsaeigarar, og kunna virka sum eitt bústaðarpolitiskt amboð.

Í seinastuni hevur Jóannes Eidesgaard fleiri ferðir róð framm undir, bæði á Tingi og í almenna rúminum, at tað er alneyðugt við kapping um sethúsafígging. Serliga hevur hann tosað um møguleikan fyri, at tað almenna fer undir at veita realkredittfígging í beinleiðis kapping við peningastovnarnar.

Í gjár róði hann framm undir, at peningastovnarnir hugsa meira um seg sjálvar, enn um samfelagið og borgararnar.

- Onkursvegna staðfesti fundurin eisini, at tað er ein ávís desperatión at hóma, tíverri. Vónandi er hon ikki so alvorlig, sum man kanska hevði inntrykk av, at hon var. Men serliga var tað hetta, at peningastovnarnir fram um alt settu sjálvsrøktina í hásæti. Tað var teirra yvirlivilsismøguleikar, teirra framtíð, sum taldi meira, enn framtíðin hjá løntakarum, hjá sethúsaeigarunum, og sjálvandi ikki minni, fram um støðuna hjá landskassanum, staðfesti Jóannes Eidesgaard.


Munur á tilboðum

Sum dømi um munin á rentum í Føroyum og uttanlands, nevndi landsstýrismaðurin, at hann fyrrakvøldið datt fram á ein tíðindastubba í donskum miðlum, sum greiddi frá, at BRF-Kredit nú kann bjóða tilboð upp á eitt lán upp á 1,8 prosent.

- Tað kann man siga, er eitt tilboð, sum vil nakað, og tað er eitt tilboð, sum liggur ótrúliga langt frá tí, sum føroyskir sethúsaeigarar kunnu seta nøsina upp eftir at fáa. Hetta er tann tíðindastreymur, sum vit dag og dagliga eru útsett fyri, og tí eru vit sjálvandi eisini ávirkaðir av, at sethúsaeigarar rundanum okkum hava so ótrúliga nógv betri umstøður at fáa bílig lán, enn hvat vit sjálvi hava, greiddi Jóannes Eidesgaard frá á undir orðaskiftinum í gjár.


Kappingarráðið kannaði málið

Fyrst í ár ætlaði Kappingarráðið at fara undir at kanna støðuna í fíggjargerianum, har hyggjast skuldi upp á ymisk viðurskifti, millum annað, um peningastovnar avtala rentur og annað sínamillum.

Men tá Fíggjarlógin fyri 2009 varð klár, varð greitt, at Kappingarráðið varð skert við næstan eini helvt, og úrslitið var, at kanningin ikki kom so langt.

Nakrir upplýsingar vóru savnaðir saman, og onkrir fundir vóru við peningastovnarnar, men síðan kom kanningin ikki so nógv longri.

Tískil kann tað tykjast sum lagnunnar speisemi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú leggur peningastovnarnar undir at føra kartelvirksemi og eingin atlit at taka til sethúsaeigarar, løntakarar og landskassan.