Terrorálop ávirkar ikki føroyingar

Seinastu dagarnar hava tíðindini um eitt terrorálop á Burgas flogvøllinum í Bulgaria fylt rímiliga nógv í altjóða miðlunum, og hendingin hevur eisini ávirkað føroyingar, sum ferðast har um leiðir, men kortini ikki tað stóra

Fleiri føroyingar eru í hesum døgum og ferðast í Bulgaria, nærhendis flogvøllinum Burgas, har ein bumba fyrr í vikuni brast í einum bussi, sum skuli flyta ísraelsk ferðafólk av flogvøllinum inn á hotell har nærhendis.
Bumbuálopið kravdi sjey mannalív umframt fleiri særd. Sosialurin hevur tosað við Høgna Hoydal, sum ferðast í Bulgaria, og kom um flogvøllin og skal heim aftur um sama flogvøll í morgin.
- Vit eru stødd einari 30-40 kilometrar frá Burgas flogvøllinum, har bumbuálopið fór fram, og tað verður tosað nógv millum fólk um hendingina. Her eru mest ferðafólk, og fylgt verður eisini við, hvat verður sagt aðrastaðni, sigur Høgni Hoydal.
Hetta er fyrstu ferð, at ein terroratsókn verður framd í Bulgaria.
- Flestu fólk her eru varð við, at terroratsóknin er rættiliga málrættað móti ísraelsfólki, og hetta er ein liður í áralanga stríðnum millum Ísrael og onnur lond. Vit vita ikki rættiliga, hvør hevur framt atsóknina enn, onkur sigur Iran, men tað sníkur seg inn á onnur lond, og tað er hetta, bulgarar nú merkja, sigur Høgni Hoydal.

Kennist ikki væl
Tað eru nógvir føroyingar har um leiðir, sum flogvøllurin í Burgas liggur.
- Her eru nógvir føroyingar, og summmir fara heim í dag, aðrir skulu heim í morgin. Flogvøllurin hevur veirð stongdur, men er nú latin upp aftur, og tað verður ikki mett, at tað á nakran hátt er vandamikið hjá fólki at fara at ferðast har. Og tann tilbúgvingin, sum er, er fyrst og fremst miðað ímóti ísraelskum fólki, sigur Høgni Hoydal.
Tilbúgvingin er hópurin av hermonnum á flogvøllinum.
- Tað merkist, og vit skulu flúgva heim í morgin, og tað, at hermenn eru á flogvøllinum fer uttan iva at merkjast á tann hátt, at talan verður um seinkingar, men tað má man so bara liva við, tí sjálvandi skal alt gerast at forða fyri, at slíkt hendir aftur, sigur Høgni Hoydal.
Hetta er sjálvandi ein syrgilig hending fyri tey, sum eru rakt.
- Sjálvandi noyðast bulgarskir myndgleikar at vera undir serligari tilbúgving, og sjálvandi mugu vit ferðafólk, sum ikki er rakt av hesum, liva við teimum smærru ampum, sum tað gevur, sigur Høgni Hoydal.
Tað kennist ikki serliga væl at vera so nær einari slíkari terroratsókn.
- Vit fingu sjálvandi ein lítlan sklk, tá vit hoyrdu tað, tí vit eru sæ nær við. Vit hava flogið um tan flogvøllin og verið á tí staðnum, men eg haldi ikki, at vit hugsa stórvegis meira um tað. Nógv fólk ringja heiman ífrá at frætta, tí tey vita, vit eru nær við, sigur Høgni Hoydal.

Eingin trupulleikar
Børn eru sjálvandi eisini við í ferðalagnum.
- Vit royna at greiða teimum frá, hvat tað er, sum er hent, so tey ikki gerast bangin, so tað er ikki stórt ørvísið enn tað, sigur Høgni Hoydal.
Hann hevur sjálvur fleiri ferðir verið í vandaøkjum og ferðast.
- Sannlíkindini fyri, at ein terroratsókn rakar ein eru jú lutfalsliga ómetaliga smáar, uttan mun til , hvar ein er. Tað var eisini fyri stuttum, at terroratsóknir vóru í Turkalandi, so eg haldi, at tú fær ein lítlan skelk, tá tað hendir, men eg haldi ikki, at nakar hevur havt trupulleikar av tí annars, sigur Høgni Hoydal.
So hóast hesa skelkandi hendingina, hava føroyingarnir havt eina lutfalsliga góða feriu kortini.
- Her eru nógvir føroyingar staddir her, sum vit eru, og tað sær út til, at allir hava havt tað gott. Veðrið er gott, og vit tosa um hendingina, sum vit høvdu tosað um hana, vóru vit heima í Føroyum – og kanska eitt sindur meira, eftir sum vit eru staddir her, sgur Høgni Hoydal úr Bulgaria.