ODDAGREIN: Havnarfólk vilja á ting

So var freistin úti at lata inn upp­still­ing­ar­list­ar­nar til løg­tings­val­ið í næstu viku. Greitt er nú, at 168 fólk bjóða seg fram at manna teir 33 sess­ir­nar í løg­ting­i­num, 58 kvinn­ur og 110 menn.

Hóast tað ikki boðar frá greiðari javn­støðu á upp­still­ing­ar­list­u­num – tað er bara Fram­sókn, sum hev­ur tað – so munnu lík­ind­ini verða fræg­ari enn nakr­an­tíð til, at vit fáa eina rím­u­liga um­boð­an mill­um kyn­ini, tí fleiri kvinn­ur liggja væl fyri í kapp­ing­ini um sessirnar.
Men tað tykir eitt sindur løgið, at eing­in pol­it­isk­ur flokk­ur megn­ar at fylla list­an. Sam­bært lóg­ini ber til at stilla upp 43 val­evni. Teir flokk­ar­nir, sum hava flest fólk á list­u­num, eru Tjóð­veldi og Javn­að­ar­flokk­ur­in, sum hava 36 í part. Har eru sjey pláss eft­ir. Tá øll valevni fáa nakr­ar at­kvøð­ur, so er mangt sum bend­ir á, at fleiri at­kvøð­ur fara fyri skeyt­ið, tí at list­ar­nir ikki verða fyltir.
Siga vit at allir flokkarnir høvdu full­ar list­ar, so vóru 301 valevni, 133 fleiri enn í dag.
Tað sum eisini eyðkennir list­ar­nar er, at nógv val­evni eru úr Suð­ur­streymi, har 71 av val­evn­u­num búgva, með­an bert 24 koma av útoyggj, har landfast ikki er við meg­in­øk­ið. Tað er eis­ini rætt, sum Denn­is Holm, sam­fel­ags­frøð­ing­ur­in,­ segði í út­varp­i­num í gjár, at tað er ikki eins spenn­andi hjá fólki har at stilla upp, sum tað var fyrr. Tá land­ið var býtt í sjey val­dømi, tá var tað eisini spenn­andi at verða næsti mað­ur ella kvinna á list­a­num úti í val­døm­u­num, tí fór eitt av ting­fólk­u­num í til døm­­is Suð­ur­oy í lands­stýr­ið, so var tað næsta fólk á list­a­num í Suð­ur­oy, sum tók sæti á tingi. Nú er tað næsta fólk á list­a­num kring landið.
Hetta gav at býta á seinasta løg­tings­vali. Fýra menn úr Suð­ur­oy vórðu vald­ir: Jó­ann­es Eid­es­gaard, Jac­ob Vest­er­gaard, Jo­han Dahl og Her­geir Niel­sen. Trígg­ir teir fyrstu end­aðu í lands­stýr­i­num, og einki av vara­fólk­um teirra í løg­ting­i­num kom úr Suð­ur­oy, so end­in var, at Her­geir Niel­sen varð eins­a­malli og ein­asti ting­mað­ur­in úr Suð­ur­oy.
Hin­vegin kunnu vit so siga, at nú hava vit øll møg­u­leika at velja pol­i­ti­k­ar­ar úr øll­um val­døm­um. Tað er rætt, at mið­stað­ar­øk­ið hev­ur stór­an týdn­ing, men tað hevði tað eis­ini framm­an­und­an, sum grein­ing­in hjá Jó­ann­es Han­sen í viku­skift­is­blað­num eis­ini vísti: Tann flokk­ur­in, sum vinn­ur val­ið í Havn, hann vinn­ur eis­ini val­ið í Før­oyum. Í Havn eru so nógv­ar at­kvøður at fara eft­ir, og tann flokk­ur, sum megn­ar tað, hann vinn­ur sum oft­ast løg­tings­val­ið.