flutti oman í psykiatriina fyri vaksin og kom í samband við ADHD toymið har. Tað var lykilin til at gerast frísk, sigur hon. Longri samrøða við Onnu er at lesa í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring [...] sálarfrøðingar í langa tíð hildu, at hon stríddist við sálarligar líðingar. Í veruleikanum hevði hon tað sera ringt orsakað av, at hon ikki hevði fingið staðfest ADHD. Tá hon endiliga fekk røttu hjálp og
Tað var stutt fyri midnátt, at ein bilur við trimum ungum monnum í, fór niðan av vegnum beint við kirkjuna á Strondum. Hált og krapi var á vegnum inni í bygdini, tá bilurin varð slongdur upp undir eina [...] tann á baksetrinum sluppu hampiliga væl. Av løgreglustøðini í morgun varð sagt, at rúsdrekka ikki var partur av óhappinum.
eini kanning, sum reisir spurningin: Stendur purisman við nýggjorðasmíði fyri falli? Tað eru ábendingar um tað. Tað er ikki nøkur loyna, at føroyingar eru ósamdir um, hvørt vit eiga at gera nýggj føroysk [...] føroyskum, eftir at tey eru vorðin vaksin, er tað dømi ein broyttan málhugburð, og tá kann tað henda, at purisman fer at vikna sum frá líður. Kanningin Kanningin var samansett av trimum háttaløgum: Eini mei [...] vænta av teimum, sum í dag eru ung? Tað er væl hugsandi, at akademikararnir kunnu fara at ávirka hugburðin hjá føroyingum yvirhøvur í framtíðini, tí tað er væl kent, at tað er málið hjá fólkunum á teimum hægru
iva vera um tað. Í dag hava vit eina námsfrøðihjálparaútbúgving, sum ikki gevur atgongd til at lesa til námsfrøðing. Tað eiga vit at gera betri. Til dømis við at lyfta ta útbúgvingina longri upp, soleiðis [...] skríggjað eftir at fáa fleiri námsfrøðingar og størri fakligheit inn á økið. Ikki fyrr enn tá tað í summar var tikin avgerð um at taka ein eyka flokk av námsfrøðilesandi upp – ein avgerð, sum má og skal [...] mítt úttalilsi sprettur júst burturúr ynskinum um at styrkja og menna økið í Føroyum. Tað hava vit brúk fyri og tað skylda vit okkara børnum! Rógvi Nybo Tjóðveldi
skipaði fyri í Costa Rica. Eyðun sigur, at tað var av vilvild, at hann fór við í hesa kappingina. Tá hann las treytirnar fyri kappingina, sá hann, at hon var væl í trá við hansara verkætlan. Tí sendi hann [...] sett ov stór merki í náttúrliga umhvørvið á staðnum. Síðani fekk Eyðun tað hugskotið at bora út inni í vegginum í gjónni, og tað fall honum natúrligt at gera. Ætlanin í verkætlanini er at bora nøkur stór [...] torført at gera rúmini. ? Tað ber heilt avgjørt til at gera hesi rúmini, men so má eg gera nakrar smávegis broytingar fyrst, sigur Eyðun. Hann heldur, at tað hevði verið spennandi, um tað hevði borið til at fingið
seglbáturin kós á 90 stig, og her var bara eitt at gera, og tað var at kopla úr og senda út neyðarkall. Teir høvdu hoyrt um bóghvítuálop í økinum, og nú knappliga vóru tað teir sjálvir, sum vóru undir álopi [...] seglbátinum Levante loystu í Noregi, og tað var á veg heimaftur til Noregs, at teir vórðu álopnir av bóghvítuhvalum, sum er heimsins størsta rovdýr. Ætlanin hjá vinmonnunum var at koma inn til Lissabon í Portugál [...] hvalirnir aftur, og nú var eisini ein enn størri bóghvítuhvalur við í álopinum, sigur Glenn Benelex Larsen og heldur fyri, at hesin helst var einar 5-6 metrar langur. Vinmenninir halda, at tað vóru tveir ella
sigur Oluf Mortensen, politistur, sum fekk salmiakk-spiritus í eyguni undir arbeiðsørindum í gjár. Tað var um tveytíðina í gjár, at teir báðir politistarnir, Oluf Mortensen og Jens Rói Sørensen fingu eitur [...] Hetta er eitt tað óhugnaligasta, sum eg havi upplivað í starvinum. Veskan passifiserar. Hevði hann brúkt knív, kenna vit til mátar at avvápna hann. Men vesku fær man ikki vart seg ímóti, tí tað fer allastaðni [...] vita vit eisini, tá vit fara út, men tað er ilt at verja seg kortini, sigur Jens Rói Sørensen, sum er nýútlærdur politistur og tann yngsti í landinum. - Hetta var ein sera traumatisk uppliving. Eg fekk
í halgidómin við tí endamáli at skjóta frá hond og drepa so mong av tilbiðjandi mannfjøldini, ið inni var. Hugsan mín fer aftur til Yom Kippurdagin í Ísrael í oktober 1973, háheilagasta dag jødanna. Hendan [...] níðingsálop á størsta halgidegi Ísraels miseydnaðist fullkomiliga. Tað gerst mær meiri og meiri greitt, at jødahatrið – alt, sum tað er – er sprottið úr sjálvum myrkursins hellum og avgrundardýpinum, íblást [...] So hendi tað einaferð enn, hesuferð í sjálvum Amerika, háborg jødanna í útlegdini: Jødar atsøktir og dripnir við køldum blóði. Einans tí teir eru jødar. Drápshendingin, sum fór fram hendan leygardagin
Mortensen Nolsøe er skiftisnæmingur í Berlin, og var staddur í býnum í gjárkvøldið, tá ið álopið hendi. Hann var ikki raktur av álopinum kropsliga, men tað er eingin ivi um, at slíkar hendingar ávirka allar [...] til upplýsingarnar um, at tann mistonkti er ein 23 ára gamal flótti úr Pakistan. - Tað er serliga svárt hjá okkum, um tað verður vátta, at tann, ið framdi hesa illgerðina, er ein, ið hevur biðið um vernd [...] hann við Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Brand Mortensen Nolsøe. Ein longri samrøða við hann er í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin.
nógvum hørðum álopum yvir eina longri tíð, og sagt verður, at her er næstan eingin matur og vatn eftir. Men, býurin er framvegis undir ukrainskum ræði. - Higartil hevur tað ikki eydnast russiska herinum [...] serliga nógv nærri teir seinastu dagarnar. Tað sigur norski obertloytnanturin, Geir Hågen Karlsen, sum starvast við Forsvarets Høgskole í Noregi. Hann heldur, at tað tykist sum um, at russar royna at savna [...] Fyri fáum vikum síðan var høvuðsstaðurin Kiev í Ukraina ein býur við stívliga trimum miljónum íbúgvum. Fleiri eru flýdd úr býnum og tey, sum eftir eru, stúra fyri nýggjum russiskum álopum á býin. Bardagarnir