Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD. Í Sosialinum hava vit eisini vent sjóneykuni á ADHD hendan mánaðin við persónligum søgum og fakta frá serfrøðingum.
Í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti sigur Anna Nolsøe Joensen sína søgu um, hvussu læknar og sálarfrøðingar í langa tíð hildu, at hon stríddist við sálarligar líðingar. Í veruleikanum hevði hon tað sera ringt orsakað av, at hon ikki hevði fingið staðfest ADHD. Tá hon endiliga fekk røttu hjálp og heilivágin, broyttist alt.
– Eg fekk heilivág og flutti oman í psykiatriina fyri vaksin og kom í samband við ADHD toymið har. Tað var lykilin til at gerast frísk, sigur hon.
Longri samrøða við Onnu er at lesa í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her