Ári mundi ikki sloppið við landsliðnum

Landsliðið: Ári M. Jónsson gjørdi felagnum greitt, at hann vil gjarna umboða landsliðið

##med2##

Tað var eitt ivamál, um Ári Mohr Jónsson slapp við til landsliðsferðina hesaferð. Koronufarsóttin hevur fingið fastar tøkur í Norra, og reglugerðin hjá FIFA sigur, at feløg kunnu nokta spælarum at fara við landsliðnum, um tað gongur útyvir dystirnar hjá felagnum, tá spælarin skal í sóttarhald.

Hesari støðuni var Ári Mohr Jónsson í, tá hann bleiv úttikin til landsliðið. Vinstri bakkurin er ein týðandi spælari hjá Sandnes Ulf, sum spælir í næstbestu deildini í Norra, og felagið var ikki sinnað at lata Ára fara í fyrstu atløgu.

Hann segði teimum hvat hann ynskti, og tað er glaður um, at hann nú er í Føroyum við landsliðnum. Ári M. Jónsson er tó eitt sindur ivasamur, tá tað kemur til spælitíð, tí hann hevur ikki spælt dyst í longri tíð.

Føroyar spæla í Moldova hóskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur studiofrásøgn frá dystinum.

##ms##

FM1: Samrøða við Ára M. Jónsson