Árant letur tjaldingarpláss til G!

- Eg kann ikki siga, at vit hava ringar royndir av at lata lendið til tjalding. Hetta hevur ikki gjørt nakað ringt við bøin. Fyri tað mesta hevur tað verið rímiliga turt, og tí eru hesir dagarnir heldur ikki farnir so illa við lendinum, sigur Árant Hansen, sum letur tann stóra partin av lendinum til tjalding á G!

TJALDING

Teir, sum lata lendið til stóra tjaldingarplássið millum skúlan og kirkjuna við Gøtugjógv, eru Árant Hansen og Henning Olsen. Festini, sum teir báðir sita við og líka sum eru saman um, er seks merkur tilsamans. Av hesum hevur Árant fýra og Henning tvær merkur, bæði innangarðs og uttangarðs.
Árant Hansen sigur, at nú skúlin við Gøtugjógv verður útbygdur norðureftir, minkar gamla tjaldingarplássið við umleið einum fjórðingi.
- Vit missa báðir burturav jørðini við hesi útbygging, men hesaferð missir Henning meiri av sínum, enn eg missi av mínum, sigur hann.

Alt sligið
Árant Hansen heldur, at tað er ein hugnalig vika og eitt hugnaligt vikuskifti, tá G! Festivalurin verður hildin.
- Alt grasið verður sligið, og síðan verður økið mátað upp, soleiðis at tey, sum skipa fyri, vita, hvussu nógv tjaldingarpláss tey kunnu bjóða út á lendinum.
Hann sigur, at tey fyrstu árini var ikki brúk fyri so stórum parti av lendinum, men skjótt vaks áhugin fyri at tjalda á festivalinum, og tey seinnu árini hevur verið tjalding heilt úr skúlanum við Gøtugjógv og norður til kirkjuna.
- Eg kann ikki siga, at vit hava ringar royndir av at lata lendið til hetta endamál. Hetta hevur ikki gjørt nakað ringt við bøin. Fyri tað mesta hevur tað verið rímiliga turt, og tí eru hesir dagarnir heldur ikki farnir so illa við lendinum.
Hann sigur, at vanligt er, at fólk longu mikukvøldið koma norður at seta tjøld upp, og síðan koma fleiri og fleiri inn á økið so hvørt, sum G! Festivalurin nærkast.
- Eg veit ikki, hvat hetta hevði gjørt við lendið, um talan var um uppaftur fleiri dagar, men sum verið hevur onnur ár, hevur tað ikki bilað.

Ganga væl um
Árant Hansen sigur, at hóast økið verður ruddað, eftir at festivalurin er av, umgongst ikki, at ikki okkurt liggur eftir og sløðist.
- Proppar og onnur smáting, sum ikki fast fatur í, tá ruddað verður, fella niður í jørðina, men tað, sum kann vera eitt sindur keðiligt, eru píkarnir at festa tjøldini við, sum eru ringir at síggja og sum soleiðis kunnu standa eftir í jørðini. Teir kunnu gera av við blaðið á einum ein líggja, leggur hann aftrat.
Árant hevur einki ringt at bera teimum, sum tjalda á jørðini hjá honum og Henningi hesar dagarar, G! Festivalurin varar.
- Sjálvt um vit búgva beint omanfyri økið, merkja vit ikki tað stóra til, at so mong fólk eru í tjøldum á hesum lendi. Treyðugt so, at ikki okkurt smávegis hevur verið viðhvørt. Nú sleppa bilar vanliga ikki eftir vegnum niðan til okkara, meðan festivalurin er. Men tað kom fyri fyrr, at onkur bilur stóð her niðanfyri húsini hjá okkum og hevði tónleikin hart frá við tungum bassi. Slíkt órógvar og kann vera strævið at hoyra uppá, um tú ætlar tær at sova.
Í aðrar mátar heldur Árant ikki, at nógv órógv hevur verið í sambandi við hesa tjalding.

Onkur datt inn
- Nú eru wc-vognar á økinum, og sum eg havi skilt er eisini brúsa. Onkuntíð kom fyri, at fólk komu av tjaldingarplássinum og inn á gólvið hjá okkum at læna wc, men hetta hevur verið í allari hampiligheit, sigur hann.
Meðan vit standa niðanfyri húsini við Gøtugjógv og práta, leggur konan, Kirstin, brosandi uppi prátið.
Hon vísir á, at tá so mong fólk hugna sær, og onkur kanska hevur fingið heldur nógv uppí høvdið, skerst ikki burtur, at menn kunnu finna uppá at koma niðan móti hegninum hjá teimum at kasta sær av vatninum – og beint niðan móti vindeyganum!
- Men hetta er so ein partur av tí heila – og er ikki øðrvísi, enn tú kanst koma út fyri at síggja á øðrum stevnum og festivalum kring landið, leggur hon brosandi aftrat.
Árant Hansen sigur, at tað eru ikki bara fólk, sum koma langan veg, ið keypa sær tjaldingarpláss á festivalinum.
- Tað eru eisini fólk úr bygdunum nærindis, sum dáma at koma her og hugna sær saman við øllum hinum, sum tjalda. Sjálvur havi eg spurt, hví tey ikki fara til Syðrugøtu, har alt gongur fyri seg, og tá havi eg onkuntíð fingið svarið, at tað er so nógvar ferðir stuttligari á tjaldingarplássinum. So, tað er eingin ivi um, at tjalding rættiliga er vorðið ein týðandi partur av hugnanum í samband við hetta stóra tiltak, sigur hann.
Árant Hansen veit eisini um, at familjur við børnum hava havt tjaldingarpláss, og hann veit at siga, at tá verður skipað so fyri, at hesi pláss liggja eitt sindur fyri seg og nakað burtur frá hinum øllum.

Hugnaligt kvøld
Spurdur, hvussu tey annars fara at halda G! Festivalin, siga Árant og Kirstin, at tey fara at hava okkurt inni aftur við einum drekkamunni og kanska ein nátturðabita, um onkur kemur á gátt.
- Vit fara eisini ein túr til Syðrugøtu leygarkvøldið og fara annars at heilsa upp á familju og práta við fólk, vit møta á leiðini. Hetta er eitt hugnaligt kvøld, eru hjúnini, Árant og Kirstin Hansen, samd um.