Ári Mohr Jónsson langtíðarskaddur

Føroyski landsliðsleikarin má sita uttanfyri tað næsta árið, eftir at hann er vorðin álvarsliga skaddur í knænum

Føroyski landsliðsleikarin, Ári Mohr Jónsson, má tað næsta árið sita uttanfyri við álvarsamum skaða, eftir at føroyski landsliðsleikarin meiðslaði sær knæðið fyri gott og væl tveimum vikum síðani. Ári Mohr Jónsson hevur fingið at vita, at hann millum annað hevur slitið krossbandið, sum er eitt tað ringasta ein fótbóltsspælari kann fáa at vita.

 

-       Eg havi fingið svar frá skannaranum nú, og myndirnar vísa, at eg havi slitið krossbandið, at báðir meniskarnir eru farnir og at eg havi eitt brot í knænum. So tað er einki serligt, og er verri enn eg hevði væntað, sigur Ári Mohr Jónsson.

 

Visti at tað helst var álvarsamt

Støðan har Ári Mohr Jónsson gjørdist skaddur, hendi í einum dysti fyri norska felag sítt, Sandnes Ulf fyri tveimum vikum síðani, tá Ári Mohr Jónsson stóð fastur í vøllinum. Ári Mohr Jónsson visti beinavegin, at talan helst var um álvarsaman skaða.

 

-       Tað sum hendi var, at eg skifti rætning og í tí eg seti av, situr beinið hjá mær fast í vøllinum, og eg hoyri eitt orduligt brak í knænum. Eg visti beinavegin, at tað ikki var serliga gott, men eg hopaði alla tíðina uppá at tað bara ljóðaði ógvusligari enn tað var, men tað var tað tíverri ikki, sigur Ári Mohr Jónsson.

 

Tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra

Føroyski landsliðsleikarin, ið sjálvsagt er hugtungur í løtuni, ætlar sær tó at koma fyri seg aftur, men veit at tað krevur hart arbeiði.

 

-       Sjálvsagt verður man ógvuliga keddur, tá man fær slík boð. Tað var tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra, tí eg veit hvussu leingi ein slíkur skaði tekur at venja uppaftur. Men tá tað er sagt, so er tað hent fyri nógv onnur ítróttarfólk eisini, og nógv av teimum eru komin sterkt aftur. Eg havi fyrr roynt at havt skaðar, ið hava tikið langa tíð, so eg veit eisini at tað nokk skal koma sterkt aftur, men veit at tað krevur hart arbeiði, sigur Ári Mohr Jónsson.

 

Má binda frið í minst eitt ár

Álvarsami skaðin ger, at Ári Mohr Jónsson má undir stóra skurðviðgerð í næstum, har krossbandið skal skiftast, og har meniskarnir og brotið í knænum skulu gerast í lag aftur. Ítróttarfólk, ið fáa slíkar skurðviðgerðir vera í minsta lagi noydd til at sita 9-12 mánaðar uttanfyri síðulinjuna , har tey skulu undir enduruppvenjing. Tí er tað heilt greitt, at Ári Mohr Jónsson fer at sita uttanfyri við skaða tað næsta árið, og missir hann tí millum annað UEFA Nations League kappingina hjá føroyska landsliðnum. Í fjør spældi Ári Mohr Jónsson seg annars nærri og nærri hitanum á føroyska landsliðnum, har hann millum annað byrjaði inni seinasta undankappingardystin móti Ungarn á útivølli.  Tí er talan um dyggan smeit fyri føroyska landsliðið.